Ternan verður aftur á ovastu rók

Komandi kappingarár verður flogbóltsfelagið Ternan aftur at síggja í meistaradeildini hjá monnum. Tað boðar felagið frá á Facebook. Trygvi á Brekkukletti (fyrr Hansen), sum eftirhondini hevur drúgvar royndir, bæði sum spælari og venjari, har hann hevur roynt seg hjá Ternuni, ÍF, Mjølnir og á landsliðnum, kemur komandi ár at standa á odda fyri Ternuni hjá monnum. Aftur at Trygva kemur Arthur Højgaard til Ternuna sum hjálparvenjari, skrivar felagið.

Seinast Ternan var í meistaradeildini var í kappingarárinum 2016-17, og tá var tað eisini við Trygva á odda. Líka síðani Ternan sá dagsins ljós 2009, hevur felagið klára seg væl í yngru deildunum, serstakliga í aldrinum 14-15 ár, bæði hjá dreingjum og gentum.

Eisini í ár hevur hilnast væl, har dreingir 15 vunnu silvur í steypakappingini, umframt at teir eru komnir í finaluni í FM kappingini. Síðani skulu Gentur 14 ár í Bólki 2, eisini leika FM finalu.

Seinnu árini hevur Ternan lagt stóran dent á ungdómsarbeiðið, sum nú eisini byrjar at síggjast aftur. Eisini er tað jaligt fyri Ternuna, at fólkavøksturin er so stórur í Nes kommuni, so fleiri kunnu leggjast afturat.

Hetta hevur so eisini viðført, at Trygvi og Arthur nú koma aftur til Ternuna fyri at fáa meiri lív í flogbóltin hjá monnum, og fyri at stimbra undir ungdómin soleiðis at tey gerast klár til vasknamannaflogbólt.