Ternan vildi meira

Í botndystinum í Kollafirði í gjár hevði Ternan munin og vann 3-1 – mest tí toftakvinnur bæði vildu og kundu meira enn KÍF-kvinnurnar

Sigurin merkti fyri tær í Ternuni, at tær nú eru nummar seks á stigatalvuni – ella sæð úr hinum endanum, eru triðniðastar. Óivað ein støða, uppflytararnir av Toftum eru væl nøgdir við, tí talan er um eitt nýtt felag og fyri ein stóran part spælarar, ið ikki hava royndir frá spæli á hægsta stigi.
Umframt Ternuna og KÍF, ið nú hava fýra stig í part, stríðist eisini Dráttur í botninum, har liðið liggur einsamalt við tveimum stigum, men við einum dysti minni enn hini bæði.
Dysturin í Kollafirði í gjár var ikki ólíkur einum botndysti, men var hinvegin nokk so javnur fyri tað nógva. Gjøgnumgangandi vóru tað tær í Ternuni, ið tóktust meira uppsettar tað mesta av tíðini, hóast KÍF var hampuliga væl við í løtum. Ternan vísti størri vilja, umframt at liðið hevði fleiri streingir at spæla uppá.
Millum annað høvdu fleiri av spælarunum hjá KÍF ikki sín besta dag, tá tað kom til servurnar, og tá tær ikki fingu sítt egna álopsspæl at koyra, bar ikki so væl til at hótta gestirnar nóg nógv. Hinvegin var spælið hjá Ternuni tryggari, og hóast KÍF vann triðja sett, sá tað ikki út til at skaka toftakvinnur nakað serligt, tí tær komu sterkt aftur og vóru sera sannførandi í fjórða og avgerandi settinum.