Terrordømdi maðurin nøgdur við dómin

Maðurin er fegin um, at hann ikki varð útvístur

- Hann er nøgdur við, at hann ikki missur ríkisborgaraskapin og somuleiðis ikki verður útivístur. Og tí er dómurin móttikin, sigur verjin hjá 26 ára gamla manninum, sum er dømdur fyri terror. Talan er um ein 26 ára gamlan mann, sum er føddur í Føroyum og hevur føroyska mammu. 

 

 

Les eisini: IS terroristur: Fýra ár í fongsul

 

 

Verjin, Mads Krammer, segði sambært ritzau í rættinum, at maðurin tók ímóti dóminum og valdi ikki at kæra hann víðari til landsrættin. Tað var annars í gjár, at maðurin varð funnin sekur í at hava meldað seg upp í terroristiskan felagsskap og at hava fingið terrorvenjing frá IS í Syria. 

 

 

Les eisini: Sakførari: Mamma terrordøma er føroysk

 

 

Málið varð roynd fyri nevningatingið, sum metti hann sekan. Orsøkin til, at man setur nevningating er, at revsiramman er so mikið stór. Sambært ritzau vóru nevningarnir samdir um, at maðurin varð sekur. Men ósemja var um dómin. Ein nevningur vildi seta revsingina til fimm ár, meðan 11 hildu, at tað skuldi vera fýra ár. Tískil var tað júst fýra ára fongsulsrevsing, sum 26 ára gamli maðurin fekk. 

 

 

 

Les eisini: Dømdur IS terroristur føddur í Føroyum 

 

 

 

Tað var heldur ikki semja millum nevningarnar um kravið hjá ákæruvaldinum um at taka ríkisborgararættin frá manninum. Tveir nevningar hildu, at maðurin skuldi missa ríkisborgararættin, meðan tíggju hildu tað øvugta. 

 

 

/ritzau/