Terry vrakaður sum liðskipari

Enska Soccernet skrivar, at John Terry og Fabio Capello hava fundast í dag um ófriðin, ið valdar kring verjuspælaran, sum fleiri ferðir hevur verið miðdepil í gølum seinastu tíðina.

Á fundinum skal hava Capello hava sagt, at fyri umdømið hjá enska landsliðnum er best, at Terry ikki heldur fram sum liðskipari.

Roknað verður við, at tað ístaðin verður Rio Ferdinand, sum skal bera armbindið hjá teimum trimum leyvunum.