Óterspilig upptøka

Kanningararbeiðið í sambandi við eldin umborð á Herkules var bæði trupult og ótespiligt. Kilensku myndugleikarnir vóru sera tungir at dansa við, og løgreglan mátti leita við skei eftir beinarestum av teimum saknaðu

Tað er ikki altíð líka stuttligt at vera løgreglumaður. Tað mátti Per Skov Christensen enn einaferð sanna, tá hann var við í kanningararbeiðinum í sambandi við eldsbrunan umborð á Herkules.

Per Skov Christensen er brunaserfrøðingur hjá løgregluni í Føroyum, og var tí annar av føroysku løgreglumonnunum, ið sendir vórðu til Kili at kanna eldsbrunan umborð á Herkules, ið føroyska reiðaríið Thor eigur.

Eldurin kyknaði umborð á Herkules 21. apríl, men ikki fyrr enn 13. mai vóru umstøðurnar so frægar, at løgreglan kundi fara undir sítt arbeiði við at kanna skipið. Kilensku myndugleikarnir kravdu, at skipið var ruddað og vandaleyst, áðrenn tað slapp at kei. Nógv av arbeiðinum fór tí fram, meðan skipið lá á reduni, og hetta gjørdi tað ikki lættari.

116 mans vóru við skipinum, og tað var rættiliga skjótt greitt, at 105 vóru bjargaðir, meðan teir seinastu ellivu framvegis vóru saknaðir og tískil mettir at vera deyðir.

Fyrsta líkið var funnið nærum beinanvegin, men tey seinastu tíggju mátti eitt størri leitingararbeiði til.

Danska løgreglan sendi tveir mans frá Ferðaliðnum við til Kili, ein brunaserfrøðing og ein frá eyðmerkisdeildini, nevnd DVI. Teir komu sum nevnt til Kili 13. mai, og vóru har í átta vikur.

- Alt tók sína tíð. Vit høvdu í »sneisavís« av fundum við kilensku myndugleikarnar, áðrenn alt var klárt hjá okkum at fara í holt við arbeiðið, sigur Per Skov Christensen.

Men ikki bara myndugleikarnir vóru tungir at dansa við, soleiðis var tað yvirhøvur í Kili. Sum dømi nevnir hann, at teir skuldu brúka ein krana at grabba rusk og annað upp við. Tað gekk ein dagur, áðrenn tað var klárt, og tá so kranin kom, var grabbin ov stórur og passaði ikki niður gjøgnum lastalúkurnar.

So gekk aftur ein dagur, áðrenn annar krani kom, og hesin vísti seg at vera ov lítil og kundi ikki lata kjaftin ordiliga aftur. So tað er synd at siga, at alt gekk effektivt fyri seg.

 

Leitaðu við skei

Byrjað var við at leita eftir teimum saknaðu á brúnni, og síðani arbeiddu teir seg niðureftir í skipinum, sum hevur heili sjey dekk.

Boð vóru send eftir fleiri hjálparfólkum úr Danmark, og haðani komu ein antropologur og ein rættarodontologur, tí roknað varð við, at líkini vóru í einum ringum standi.

Niðri á troldekkinum hevði verið so heitt undir eldinum, at apteringin var smeltað saman við stálinum, og tí vóru ring líkindi at finna nakrar leivdir eftir fólki har. Per Skov Christensen sigur, at tá støðan var soleiðis á troldekkinum, hevur hitin verið omanfyri 1600 gradir.

Støðan var annars mest sum hin sama niður gjøgnum øll dekkini. Apteringin var øll burtur, og tí mátti stórt ruddingararbeiði setast í verk á øllum dekkum.

- Vit máttu leita gjøgnum øskuna við skei eftir beinlutum av saknaðu manningini. Tað eydnaðist okkum eftir nøkrum døgum at finna trý lík aftrat, og uppaftur seinni vórðu so enn fýra lík funnin, sigur Per Skov Christensen.

Nakrar dagar inni í kanningararbeiðinum vórðu send ellivu fólk aftrat frá donsku løgregluni at hjálpa til. Sostatt vóru tey seytjan fólk í alt.

- Umstøðurnar vóru ringar at arbeiða umborð, tí nógv ammoniakk var í skipinum, og tað lak støðugt út. Hartil vóru gassir av ymsum slagi, eitt nú frá rotna fiskinum. Neyðugt var tí hjá okkum at arbeiða í fullari trygdarútgerð við iltmasku og øllum, sigur Per Skov Christensen.

Umstøðurnar gjørdu, at tað bert bar til hjá fólkinum at arbeiða í fýra skiftum á trý korter. So hóast arbeitt varð í tveimum liðum, gekk arbeiðið eyðvitað ikki skjótt.

 

Ljósskipanin sveik

Ein annar trupulleiki, sum støðugt stakk seg upp eftir at skipið var sloppið til kei, var, at teir í heilum máttu flyta. Havnirnar í Kili eru privatar, og skip bíleggja keipláss í góðari tíð – talan er serliga um farmaskip – og tað var orsøkin til støðugu flytanina.

Eldurin er uppstaðin á mjøldekkinum, sum er fyrsta dekk, beint undir framleiðsludekkinum. Tað hevur allarhelst verið ljósskipanin, sum hevur svikið, og harvið fest eld í.

Lastalúkur hava staðið opnar, og tí hevur eldurin havt bestu umstøður at nørast og breiða seg. Mannningin varnaðist eldin á brúnni, við at roykur kom upp gjøgnum eina ventiltrakt.

Eldurin breiddi seg skjótt, og vónleyst var at sløkkja. Tað eydnaðist kortini meginpartinum av manningini at sleppa av skipinum, men ellivu lótu sum nevnt lív. Trý tey seinastu líkini komu ongantíð fyri ein dag. Tey eru kolað so upp, at eingin farvegur sást aftur til tey. Hetta hóast væl varð leitað. Eisini, tá rotnaði fiskurin varð koyrdur á ruskplássið, helt løgreglan eyguni eftir, um nakar av teimum saknaðu vóru uppií.

Kanningin av hesum sorgarleiki var ikki liðug, tá boð komu um, at eldur eisini var komin í systurskipið hjá Herkules, Athenu. Tíbetur var eingin mannskaði í tí førinum, og tí verður ikki eins ótespiligt at kanna tann eldsbrunan.

Men sum tað sær út í løtuni, mugu løgreglumenn her heima brynja seg til enn eina kanningarferð til Kili.