Ótespilig upptøka á Hercules

Kannningararbeiðið umborð á Hercules var ikki fyri sartar sálir. Leitast mátti við skei eftir beinarestum av saknaðu manningini Tað tók drúgva tíð at gera kanningararbeiðið umborð á verksmiðjutrolaranum hjá Thor, Hercules.

Tað heila gjørdist ikki lættari av, at kilensku myndugleikarnir vóru ógvuliga tungir at dansa við, og tí tók alt óneyðuga langa tíð.

Føroyskir og danskir løgreglumenn komu til Kili 13. mai, og nústaðni er kanningararbeiðið liðugt.

- Eldurin var ógvuliga umfatandi, og apteringin var brend burtur á øllum dekkum. Á troldekkinum var apteringin smeltað saman við stálinum, og fyri tað skal henda, skal hitin verða omanfyri 1600 gradir, sigur Per Skov Christensen, brunaserfrøðingur hjá føroysku løgregluni.

Ellivu av manningini doyðu í eldsbrunanum, og hóast teir funnu hin eina rættiliga skjótt, so gingu nógvir dagar, áðrenn teir næstu sjey vórðu funnir. Tríggjar teir síðstu av manningini funnu teir ongatíð. Teir hava verið so illa farnir, at eingin farvegur hevur verið eftir teimum.

Væl var annars leitað, og fyri at gera arbeiðið nóg gjølliga, varð leitað í øskuni við skei eftir beinaleivdum av saknaðu mannningini.

Tað var heldur ikki vandaleyst at arbeiða umborð, tí har lak støðugt ammoniakk og onnur gassevni úr skipinum, so fólkið mátti vera í trygdarbúnum og iltmaskum.

Leitað varð av brúnni og niður gjøgnum skipið. Eldurin er kyknaður á fyrsta dekki, sum er mjøldekkið og undir framleiðsludekkinum. Allarhelst hevur tað verið ljósskipanin, sum er orsøkin til eldin.

Hóast skipið uttan og innan er illa farið, er maskinrúmið kortini óskatt.