Tevez bíðar eftir Real Madrid

Ivi er um framtíðina hjá argentinska áleyparanum, Carlos Tevez, sum spælir í West Ham í Englandi. Tevez var ein av týdningarmestu leikarunum hjá West Ham í stríðnum fyri at yvirliva í Premier League, og nú eru fleiri av evropeisku stórfeløgunum eftir honum. Umboðsmaðurin hjá Tevez, Adrian Ruocco, sigur tó, at Tevez bíðar eftir Real Madrid. – Vit hava havt samband við Real Madrid, og eingin ivi er um, at Tevez vil til Madrid. Um Real Madrid ikki verður ein møguleiki, so eru fleiri onnur stórfeløg eftir honum, og tað er heldur ikki óhugsandi, at hann heldur fram í West Ham.