Tevez ikki til Corinthians kortini

Brasilska fótbóltsfelagið Corinthians kunnger nú á síni heimasíðu, at tað keypir ikki argentinska landsliðsleikaran Carlos Tevez frá Manchester City á hesum sinni. Í gjár segði Manchester City-venjarin, Roberto Mancini, at øll viðurskifti vóru komin upp á pláss, og at Tevez skuldi til Brasi at spæla.

 

Men nú sigur Corinthians, at stundir eru ikki til at avgreiða viðurskiftini, áðrenn freistin at keypa spælarar úr øðrum londum rennur út tann 20. juli. Skal eitt felag í Brasil keypa spælara úr øðrum landi, skal sáttmálin avgreiðast innan klokkan 22 í kvøld okkara tíð. Corinthians sigur kortini, at tað kann koma upp á tal at keypa Tevez seinni.

 

Carlos Tevez spældi við Corinthians, áðrenn hann fór til Onglands í 2006. Nú vil hann sleppa úr Onglandi, tí hann saknar konuna og døturnar, sum búgva í Buenos Aires.