Tey 17 heimsmálini

Í 2017 samtykti løgtingið at heita á landsstýrið, at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini 2030 Agenda for Sustainable Development - stytt SDG, og sum á føroyskum hava fingið heitið “Tey 17 heimsmálini.” Hetta er stevnuskrá fyri burðardyggari menning í heiminum – eitt universalt stavnhald, og inniheldur hon 17 høvuðsmál, sum skulu fremjast í tiðarskeiðnum 2015-2030. Málini seta greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru. Endamálið er, at hvørt land sær fremur málini við útgangsstøði í egnum veruleika og raðfestingum.

 

Í røða, sum løgmaður Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um heimsmálini hjá ST, legði hann dent á týdningin av, at vit í Føroyum megna at gera heimsmálini til eitt fólksligt átak, har øll gera sítt til at røkka teimum, tí annars er vandi fyri, at hetta bert gerst høgtflúgvandi visjónstos, sum ofta endar sum mjørkatos hjá vanliga borgaranum.

Vit hava fleiri dømi um, at fólkið hevur tikið heimsmálini til sín, serliga tá ið talan er um náttúruna. Her eru nógv fólkslig átøk sett í verk, m.a. “Rudda Føroyar” og “4 plastik um dagin.” Men tað er eisini týdningarmikið við politiskum átøkum, tí ójavni, arbeiðsloysi, veðurlagsbroytingar, náttúrudálking og misjavna atgongdin til náttúrutilfeingi ávirka ikki bert okkum í Føroyum, men allan heimin.

Heimsmálini og javnaðarpolitikkur ganga hond í hond.

Í hesum valskeiðinum eru eisini politisk átøk gjørd, ið eru í tráð við heimsmálini. Eitt av høvuðsendamálunum við fiskivinnunýskipanini er at skapa eina burðardygga fiskivinnu, og átøk eru gjørd fyri at seta ferð á grøna orkuskiftið. Saman við samgonguflokkunum hevur Javnaðarflokkurin framt fleiri átøk, sum hava gjørt tað munandi lættari hjá lágløntum í Føroyum. M.a. hava pensjónistar fingið størri útgjald, og familjuískoytið er vorðið veruleiki. Men enn eru vit ikki komin á mál. Tað eru tíverri fólk í okkara ríka landi, sum ikki fáa endarnar at røkka saman.

Tí vil Javnaðarflokkurin enn eina ferð geva lágløntum eina skattaminking á 8000 krónur árliga. Og tí vilja vit veita ein arbeiðsfrádrátt á 30.000 krónur til pensjonistar, sum verða mótroknaðir ov hart undir verandi skipan. Hetta eru serliga tey, sum hava eina inntøku millum 60.000 og 130.000 krónur um árið við síðuna av fólkapensjón og Samhaldsfasta. Og fyri at minka um gjónna millum tey, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, og tey, ið hava eginuppsparing, vilja vit hækka viðbótina við 800 krónum.

Í komandi valskeiði skal nýggj náttúruverndarlóg og margfeldislóg setast í gildi, eins og tilbúgvingin í mun til dálking á landi og sjógvi skal styrkjast.

 

Sigfríður Símunarson Sólsker, valevni fyri Javnaðarflokkin