Tað verður legendariski tónleikabólkurin, Tey av kamarinum, sum fáa heiðursgávu landins í ár. Tað kunngjørdi Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum í Skálavík í dag.
Hann vísti á, at tað eru 60 ár síðani, at bólkurin varð stovnaður og síðani hava tey ríkað føroyskt tónleikalív, har tey hava sett orð á kenslur, sum ættarlið eftir ættarlið hava kent seg aftur í. |