Tær báðar Fríðrun Danielsen og Ansy Sevdal eru vanliga í sama parti, men í kvøld renna tær kapp móti hvørjari aðrari. Tær báðr, sum spæla við EB/Streymi/Skála eru saman við Lív Arge úr HB tær, ið hava fingið flestu atkvøðurnar í dystinum um at verða kosin besti miðvallarspælari í føroyskum fótbólti í 2014.
Hjá monnunum er talan um spælarar úr trimum teimum ovastu liðunum. Hesir eru Fróði Benjaminsen úr HB, Lukasz Cieslewicz úr B36 og Hallur Hansson úr Víkingi.
Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið verður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Byrjað verður klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.