Tey bestu verða kosin í kvøld

Aftur í ár er tað Hondbóltsdómarafelagið, sum skipar fyri veitsluni, sum í ár er størri, enn hon hevur verið tey seinnu árini.

Stóra undirtøkan hevur nevnliga við sær, at sjálvt borðhaldið til gallaveitsluna verður flutt niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi. Ætlanin var annars, at øll veitslan skuldi haldast á Rex í Miðbýnum, men har verður so farið við bussum, tá borðhaldið er liðugt.

Eftir borðhaldið verður avdúkað, hvør hevur vunnið ymsu heiðurslønirnar fyri hondbóltsárið. Her eru tað spælarar og venjarar, sum hava greitt atkvøðu.

Á Rex verða tað Showmenn, sum fara at standa fyri undirhaldinum, so lítið er at ivast í, at talan verður um lívligt kvøld.