Tey brekaðu vilja verða hoyrd

Saknaði andstøðuna

á tingi

Leygardagin 30. september varð skipað fyri pallborðsfundi í Norðurlandahúsinum. Eitt sera gott og skilagott tiltak, sum setir ljós á dagligdagin hjá teimum brekaðu í Føroyum og avvarðandi teirra.

Vit kunnu eisini staðfesta, at framløgurnar vóru á leið tað, sum vit kundu vænta.

Tú kundi eisini halda, at pallborðið umboðaði allar partar. Har var landsstýrið við tveimum landsstýrismonnum, foreldur við einum umboði, almannastovan við einum og so formaðurin í MBF. Men løgtingið, sum veruliga skal gera hol í sjógvin fyri at veita hesum parti av fólki okkara mannsømulig kor, varð bara umboðað av einum fólki, nevniliga Rúnu Sivertsen úr samgonguni. T.v.s at samgongan hevði trý umboð, meðan andstøðan als einki umboð hevði.

Eg haldi, at næstu ferð, skipað verður fyri slíkum frálíkum og neyðugum tiltøkum, skulu fyrireikararnir taka andstøðuna á tingi við, tí tað fer at gera innihaldið breiðari. Ein slík umboðan bindur eisini meir, tá fyrireikararnir, sum teir siga, fara at fylgja málinum upp.


Hans Jørgensen