Tey bygdu Stonehenge

Fornfrøðingar hava funnið eina gamla bygd nærhendis Stonehange í Onglandi.

Higartil hava fornfrøðingarnir funnið átta hús, og teir halda, at hetta eru húsini hjá teimum, sum bygdu tað víðakenda Stonehange. Tað er fyrr staðfest, at Stonehange varð bygt í stigum ímillum ár 3000 og 1600 fyri Kristi føðing. Húsaleivdirnar, sum nú eru komnar undan kavi, eru mettar at vera 4600 ára gamlar. Tær eru umleið tríggjar kilometrar frá sjálvum Stonehange. Bretsku fornfrøðingarnir halda, at tey átta húsini kunnu hava verið partur av einari bygd við umleið hundrað húsum.