– Kanska er tað kanska rætt at leggja tingarbeiðið niður eitt skifti um summarið.
Tað helt Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tá ið hann setti Løgtingið í morgun, og sostatt setti sjøtul á eitt nýtt tingár, sum byrjar í dag, ólavsøkudag, og endar aftur á ólavsøku næsta ár.
Summi halda, at løgtingslimir arbeiða ov lítið, men løgtingsformaðurin heldur, at hesin steðgurin um summarið kann brúkast til umhugsunar og til at fyrireika framtíðarpolitiskar leikir.
Hann staðfesti eisini, at seinni ár er ætlanin at bøta um ljóðviðurskiftini í Løgtinginum, sum annars eru merkiliga vánalig, sum er. Men hann segði samstundis, at ætlanin er eisini at bøta um umstøðurnar hjá deyvum at fylgja í orðaskiftinum á Løgtingi. Annars eru hampað um uttan um Løgtingshúsið, men tað skal lagast til, so at rørslutarnað ikki verða útihýst av plássinum.
Hann vónar eisini, at løgtingslimir eru vælupplagdir at taka tingarbeiðið upp aftur. Tað er ein serligur heiður at tæna fólkaræðinum og føroyska fólkinum. Í hesum døgum er tað ein ein stór avbjóðing at verja fólkaræðisligan hugsunarhátt, og øll tey, sum starvast í fólksins tænastu, eiga at gera sítt ítarsta til at verja okkara fólkaræðið, segði hann.
Niðan fyri eru nakrar myndir frá skrúðgonguni i morgun