Tey eldru á bygd eru taparar

Tá ið peningastovnarnir skerja sítt virksemi á bygd, rakar fyrst og fremst tey eldru. Tey brúka ikki sjálvvirkandi skipaninar, men gerast tapararnir í rationaliseringsspælinum hjá peningastovnunum. Granskari heldur, at tey eldru kunnu tí lætt verða sett á eitt síðuspor í allari automatiseringini

Rationaliseringar, automatiseringar, sparingar ella niðurleggingar.
Tað kann kallast so nógv, men tað er ein sannroynd, at nógvar føroyskar bygdir missa alt fleiri av teimum tænastunum, sum tær hava fingið frá eitt nú peningastovnunum og postverkinum.
Upplatingartíðirnar gerast styttri, og deildir verða lagdar niður.
Týsdagin gjørdist tað greitt, at Føroya Sparikassa rýmir úr fimm bygdum afturat, og tað er fyrst og fremst tey eldru, sum koma at svíða.
? Hetta rakar ikki meg so meint persónliga, tí eg brúki sjálvvirkandi skipanir, og tað gera nógv ung og vinnulívið annars, men eg eri sera keddur um, at tað eru fyrst og fremst tey eldru, sum koma at svíða fyri, at peningastovnarnir nú eru farnir úr bygdini, sigur Niels Olgar Joensen, sum er vinnulívsmaður í Sandavági.
Har verður deildin hjá Føroya Sparikassa stongd hálvan februar. Føroya Banki hevur latið sína deild aftur, og nú stúra tey fyri, at posthúsið eisini fer at stongja.

Einki eftir í Hósvík
Í Hósvík hava tey longu verið gjøgnum alla mylluna. Har lat Føroya Banki aftur fyri rúmari tíð síðani, og í fjør var lykilin snaraður um á posthúsinum fyri seinastu ferð.
1. apríl í fjør minkaði Føroya Sparikassi eisini um sínar upplatingartíðir, og seinastu tíðina hevur bara verið opið seinnapart hósdag.
? Vit fara ikki at merkja tað so nógv nú, at Føroya Sparikassi skal lata aftur. Fyri nógv av okkum lat sparikassin aftur fyri einum ári síðani. Hesa seinastu tíðina hevur sparikassin havt so lítið opið, at tað hevur bara verið ein viðfáningur av eini deild, sigur Heini Holm, bygdarráðsformaður í Kvívík.
? Og ja, tað er eingin ivi um, at tað eru fyrst og fremst tey eldru í bygdini, sum koma at merkja sparingarnar.

Vænta at annað fer
Á Skála hava tey framvegis bæði posthús og deild hjá Føroya Banka, sum hevur opið hálva tíð, men um ein mánað fer Føroya Sparikassi, sum hevur havt opið fulla tíð og hevur havt nógv viðskiftafólk, av Skála. Sparikassin hevur tó deild á Strondum.
Í Skopun missa tey eisini deildina hjá Føroya Sparikassa, men har hava Postverkið og Føroya Banki framvegis deildir.
? Vit stúra ikki fyri nøkrum, men vit kunnu næstan rokna við, at okkurt annað fer at lata aftur í bygdini eisini, siga fólk í Skopun, sum vit hava tosað við.
Í Hósvík hava tey ikki verið so forkelað við deildum. Har hevur einki posthús verið, og Føroya Banki hevur heldur ikki verið í bygdini. Tey hava bara havt deild hjá Føroya Sparikassa, men hálvan februar verður hon burtur.

Tey eldru á síðuspori
Gestur Hovgaard, sum er granskari á Granskingardeplinum fyri Økismenning, heldur, at borgararnir hava tørv á teimum tænastum, teir einaferð fáa boðið. Verða tænastur niðurlagdir er uppgávan at finna aðrar hættir at loysa trupulleikin.
? Heimagreiðslur eru ein møguleiki at loysa trupulleikan, men tað er lítið at ivast í, at slíkar skipanir eru serliga ætlaðar teimum ungu. Tað kann tí væl hugsast at verða tey eldru, sum fáa størstu trupulleikarnar av niðurleggingum, heldur hann.
Hann leggur afturat, at fleiri eldri fólk hvørki eiga teldu ella bil og hava tí rættiliga avmarkaðar møguleikar at fara úr bygdini.
? Tey eldru kunnu tí lætt verða sett á eitt síðuspor í allari automatiseringini, sigur Gestur Hovgaard.

Neyðugt stig
Føroya Sparikassa heldur, at sparingarátakið, sum nú er gjørt, varð neyðugt. Sjálvvirkandi skipanir gera, at brúk er fyri færri fólkum. Nú brúka fólk í alt størri mun gjaldskort, HeimaGreiðslu og HeimaBanka, og sambært Føroya Sparikassa eru manuellu avgreiðslarnir minkaðar við næstan einum triðingi eftir fýra árum.
? Vit skulu ikki tosa uttan um. Í teimum bygdunum, har vit hava havt deildir, sum nú skulu lata aftur, rakar tað bygdarfólkið. Men samstundis mugu vit siga, at støðan er ikki so nógv øðrvísi í hesum bygdum enn aðrastaðni. Tað eru nógvir bygdir, sum onga deild hava havt, og býrt tú eitt nú í høvuðstaðnum, so kanst tú hava langan veg til nærmasta peningastovnin, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa.
? Eg skilji væl sjónarmiðið, at tað eru tey eldru, sum kom at merkja sparingarnar best, men eisini tey hava alternativar møguleikar. Vit vilja hjálpa teimum at finna loysnir. Tey kunnu senda okkum flytingarnar ella tey kunnu koyra til eina aðra deild.Tey eldru kunnu eisini brúka sjálvvirkandi skipanir og gjaldskort, og kanska skulu tey eisini venja seg við at gera tað.
Stjórin í Føroya Sparikassa heldur, at samfelagið er broytt nógv bara upp á fá ár.
? Internetið er alt meira útbreitt, samferðsluviðurskiftini eru betur, og tað sama er við samskiftinum. Tí mugu vit eisini fyrihalda okkum til hesar broytingar, og samanumtikið hava vit nógv fleiri tilboð til okkara viðskiftafólk, enn vit áður hava havt, sigur Bjarni Olsen.