Tey eldru eru ein møguleiki

Óli Samró er ikki samdur í, at tey eldru bert eru at rokna sum ein útreiðsla fyri samfelagi.

- Tey gomlu eru sum heild tann aldursbólkur, ið fíggjarliga er nógv best fyri í flestu londunum í Europa. Teir ungu aldursbólkarnir eru arbeiðsleysir, og hini stríðist við skuld. Tey gomlu eru ein týðandi dreivarari í eftirspurninginum í Evropa beint nú.

 

Tað sigur Óli Samró í kjalarvørrinum av nýggjastu frágreiðingini úr Búskaparráðnum.

 

Búskaparráðið, lat í gjár nýggjastu frágreiðinga úr hondum, har víst var á, at skuldi almenni geirin viðlíkahaldast, var neyðugt, at økja árligu inntøkuna hjá landinum við 750 milliónum krónum.

 

Ein av høvuðsorsøkunum til døpru útlitini var, at fólkasamansetingin í Føroyum verður alsamt meira skeiklað. Tey verða fleiri eldri fólk, enn arbeiðsfør fólk, sum hinvegin merkir, at útgjaldi til pensjónir kemur at hækka útreiðslurnar hjá landinum í mun til inntøkurna.

 

Les eisini: Lykilin er í fiskivinnuni

 

Óli Samró, búskaparfrøðingur, heldur tó, at tað er skeivt at hugsa um tey eldru sum ein fíggjarligan vansa - ella sum eina útreiðslu, ið er torfør at bera. Sambært honum eiga vit at síggja møguleikar í teimum eldru fólkunum heldur enn at hugsa um tey sum ein trupulleika.

 

Les eisini: Tey gomlu eru loysnin og ikki trupulleikin

 

- Tað einasta tey gomlu í Evropa hava nógvmikið av, er tíð og pengar – og best av øllum er, at tey flestu eru sprellfrísk, tey hava eina heilsu munandi betri enn nakrantíð, førir Óli Samró fram í lesarabrævi í dag.

 

Sambært honum, fara tey eldru at eftirspyrja nógvar tænastur, sum bæði privatir og almennir aktørar kunnu veita teimum, og sostatt verða starvs- og inntøkuskapandi, heldur enn at vera einans ein útreiðsla fyri samfelagi.

 

- Tíðin er farin frá at hugsa um tey gomlu sum ein trupulleika. Tey eru eitt risapotentiali. Tað nýtist ikki vera meira fløkt enn: “Everybody lives by selling something to somebody”, skrivar Óli Samró.