Tey eldru eru eitt tilfeingi

Tey eldru verða ofta rópt “eldrabyrðan” í miðlum, men sannleikin er, at størsti parturin av teim eldru eru frísk og virkin fólk, ið eisini skapa virðir. Tey eru sanniliga ikki bara ein útreiðsla. Fólk í dag liva longri, men við betri heilsu enn nakrantíð. Nógv eldri hava eisini tryggjað seg væl peningaliga. So hóast tey eru eldri, kunnu tey ikki rópast veik. Hetta eigur eldrapolitikkurin eisini at taka atlit at.

Eldraøkið má mennast soleiðs, at dentur verður lagdur á tilboð, sum styrkja tey eldru, soleiðis at tey varðveita heilsuna og orkuna so leingi sum gjørligt. Samstundis mugu tey, sum treingja allarmest, kunna fáa ta hjálp, teimum tørvar. Tað ræður um at taka útgangsstøði í, at hóast nøkur eldri hava brúk fyri eitt sindur av hjálp, so hava tey  kortini ofta ávísa orku, ið kann brúkast til at økja um lívsgóðskuna og fyribyrgja sjúku – um so er, at kommunan veitir teimum góðar umstøður til tað.

 

Hjálp til sjálvhjálp so vítt gjørligt

Ráð og hendur eru ikki til alt. Av tí at kommunan hevur avmarkaðar upphæddir at ráða yvir, mugu pengarnir brúkast so væl sum gjørligt. T.d. kann nýggj tøkni vera við til at gera tey eldru meira sjálvhjálpin og minka um tørvin á hjálp.

Góðar heilsu- og røktartænastur tryggja, at fólk kunnu vera búgvandi heima sum longst – herundir heimahjálp, endurvenjing, dagtilboð, eldraíbúðir, mattænastur, reingerðing, fyribyrgjandi heimavitjanir o.s.fr. Hesar tænastur mugu ikki skerjast, tí fyri hvørja av hesum tænastum, sum verður skerd, verður tørvurin á dýrum røktarheims- og sambýlisplássum bara størri.

Eldri, sum av ymiskum ávum eru óhjálpin og hava tørv á medisinskari og aðrari viðgerð í longri tíð, mugu sjálvandi hava trygd fyri, at pláss er fyri teimum á røktarheimum, heldur enn at tey liggja á sjúkrahúsunum. Tað sleptst heldur ikki uttanum, at nøkur eldri gerast minnisveik, harav summi púra broyta persónsmensku. Hesi mugu fáa ta serligu hjálp, teimum tørvar.

Fígging má tí vera tøk til at nøkta akutta tørvin, umframt til at styrkja heilsufakliga støðið hjá røktarstarvsfólkum, so tey kunnu taka sær av serliga røktarkrevjandi fólkum á besta hátt.

Fyrsta fyritreytin, er at eitt samt stýriđ fyri Bú og Heimatænastuna í Suđuroy er samd á øllum økjum. Tađ hevur tíverri ikki boriđ til, hóast okur í Vági vilja tađ. 

 

Samstarv við privata vinnu

Ein sum er eitt ljóspunkt, er at okur í Vági, hava eitt framúr samstarv viđ Bùđstađir og har bankaheimurin og onnur eisini eru viđ. Tađ skulu okur halda áfram viđ.

Eitt annađ sum kann lætta um á summum økjum, er, at kommunan samstarvar meira við privata vinnulívið, um ađrar tænastur til tey eldru. Hettar eisini kann vera við til at loysa ymiskar uppgávur á eldraøkinum. Bæđi innan reingerđing og røkt.

Her kann landið vera meira ein viđspælari, viđ at tryggja eina lóggavu, sum ger tað lokkandi fyri vinnuna t.d. at byggja íbúðir til eldri og onnur røktarkrevjandi fólk ella t.d. at bjóða ymiskar tænastur til tey. 

Borgararnir mugu hava rætt til at velja, hvørjar tænastur, tey vilja hava, og frá hvørjum. Privatir tænastuveitarar kunnu t.d. fáa ískoyti frá kommununi í mun til, hvussu nógv teirra tænastur geva teimum eldru hjálp til sjálvhjálp og styrkja evni teirra til eginumsorgan.

Nógv kann gerast, um bara vit raðfesta tað og nýta hugflogið. Gongur tú inn fyri tí eldrapolitikki, sum her er lýstur við fáum orðum, so er at seta krossin við Levi Mørk, javnaðarvallevni  á Lista C á kommunuvalinum.