Ungdómshúsið í Vági gevur borgarum í Vági, sum eru 80 ár og eldri, jólagávur. Hetta hevur verið siðvenja hjá ungdóminum, sum savnast í ungdómshúsinum.
Seinastu vikurnar hava børn og ung gjørt hesar gávur, sum skulu berast út, og nú eru tey komin á mál við øllum gávunum.
- Útbering verður í kvøld, hóskvøldið og fríggjakvøldið í vikuni, og tí verða børn og ung biðin at møta í Ungdómshúsinum í kvøld klokkan 18.
Í Vágs kommunu verður heitt á børnini, sum fara at bera gávur út, um at vera væl ílatin og hava endurskyn, soleiðis at tey síggjast í myrkrinum.
Sagt verður, at tey eldru plaga at gleðast um jólagávurnar frá børnunum í Ungdómshúsinum.
- Tí hevði tað verið ein góð hjálp, um avvarðandi kunnu boða teimum eldru frá, at gávurnar verða bornar út í kvøld, soleiðis at tey flestu eru heima og kunnu taka ímóti.
Ungdómshúsið og Vágs kommuna heita samstundis á bilførarar um at ansa eftir børnunum, sum hesa vikuna fara at bera út jólagávur til tey eldru.










