Eldrapolitikkur
Tað verður hvørki ellis- og røktarheim ella eldrasambýli bygt í Klaksvík tey næstu árini.
Tað staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.
Hann ásannar, at tørvurin á ellis- og røktarheimum í Klaksvík, er stórur.
Seinasta tørvskanningin vísir, at tað er tørvur á 27 búplássum á stovnum til eldri í Norðoyggjum, men tað einasta, sum liggur í kortunum í løtuni, er, at Svínoyar Kommuna ætlar at byggja eitt sambýli til 8 fólk.
Og borgarstjórin í Klaksvík stafestir, at í Klaksvík verður í hvussu so er onki gjørt á hesum øki tey næstu árini og kommunan fer tískil heldur ikki at søkja almanna- og heilsuráðið um stuðul til endamálið.
Landið arbeiðir nú við eini trý ára útbyggingarætlan og tær kommunur, sum ikki koma upp í part nú, mugu í hvussu so er bíða til í 2009 at hugsa um at byggja ellis- og røktarheim.
Tey næstu trý árini hevur løgtingið sett 51 milliónir av til stuðul til kommunur, sum fara at byggja ellis- og røktarheim.
Men tær kommunur, sum vilja sleppa upp í part, skulu skunda sær, tí longu 31. januar er umsóknarfreistin úti og tann, sum ikki hevur søkt tá, kemur heldur ikki upp í part tey næstu trý árini.
Onnur mál raðfest fremri
Hesi næstu árini hevur býráðið gjørt av at raðfesta onnur øki og tí mugu útbygginginar á eldraøkinum bíða, sigur hann.
Steinbjørn nevnir serliga útstykkingar til sethús, umframt ídnaðarøki og útbyggingar í skúlaverkinum, sum nøkur øki, ið kommunan fer at raðfesta fremst tey næstu árini.
Vit hava stóran tørv á grundstykkingum og vit hava sett okkum sum mál at útvega 40-50 nýggj grundstykki í ár, men so mugu vit halda fram at útvega fleiri næsta ár.
Vit hava eisini tveir skúlar í kommununi, sum hava bráðneyðugan tørv á at verða útbygdir. Serliga átrokandi er tað at útbyggja Ósaskúlan og sostatt er tað ein útreiðsla, sum ikki slepst undan. Bara at byggja Òsaskúlasn út, kostar 30-40 milliónir, sum skulu gjaldast tey næstu trý árini.
Samstundis verður ein heildarætlan gjørd fyri, hvussu skúlin á Ziskatrø skal byggjast út.
Vit hava eisini brúkt 40 milliónir til eina farmahavn í Ánunum og tað er eisini alneyðugt at gera ábøtur í svimjihylinum. Somuleiðis skal barnagarður byggjast fyri 12 milliónir.
Steinbjørn O. Jacobsen ásannar, at tað hevur stóran týdning at byggja út á eldraøkinum.
Men tað hevur eisini stóran týdning at hjúkla um vinnulívið og skapa fortreytir, so at tað kann virka. Vit hava eisini skyldu til at skapa skúlunum góðar umstøður, so tað slepst heldur ikki undan. Og ikki minst er tað neyðugt, at vit hava grundstykki til sethús, so at tað ber til hjá fólki, sum vilja seta búgv her, at fáa grundstykki.
Steinbjørn O. Jacobsen heldur, at eins grundleggjandi tað er at hava hann virknan eldrapolitikk, eins grundleggjandi er tað at tryggja skúla, vinnulívi og borgarum, sum vilja seta búgv, góð kor.
Og vit hava rættiliga nógv jørn í eldinum tey komandu árini, so eldrapolitikkur verður við sviðusoð í nøkur ár, tí tað ber ikki til at gera alt ísenn, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Annars staðfestir hann, at kommunan hevur gjørt nógv á eldraøkinum hesi seinastu árini.
Eitt nú eru tað ikki meiri enn tvey ella trý ár síðani, at kommunan bygdi eitt sambýli til 16 fólk.
Um somu tíð gjørdi kommunan eisini 24 eldraíbúðir í tilknýti til sambýlið og tað hevur verið sera væl umtókt hjá teimum eldru, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.