Eldratiltak
Longu annan dagin eftir, at stásiliga Mentanarhúsið í Fuglafirði var alment tikið í nýtslu, var stórt tiltak í húsinum fyri tey eldru og gomlu.
Tað var danski bólkurin, ?Gamle venner?, sum mánakvøldið í vikuni setti rættiligt lív í tey 150 eldru og gomlu, sum komin vóru saman í húsinum hetta kvøldið.
Elsti limurin í bólkinum er farin um tey áttati.
Ditleif Eldevig, formaður í Eldrafelagnum Borgin, sigur, at kvøldið byrjaði kl. 20 og endaði kl. 23.30.
Borgin hevur 112 limir, men Ditleif sigur, at tey høvdu valt at bjóða fólki úr grannabygdunum við til kvøldið í Mentanarhúsinum.
- Vit kundu hugsað okkum at bjóðað uppaftur fleiri við, men noyddust at avmarka okkum, tí plássið er avmarkað, sigur hann.
Sum skilst á Ditleifi, hevur Bjartur Grástein, sum er giftur konu úr Fuglafirði og býr í Århus-økinum, verið ?kontaktpersónur? millum danir og fuglfirðingar um at fáa ?Gamle venner? og ergoterapiina hendanvegin.
- Tað var Bjartur, sum setti seg í samband við okkum, sigur formaðurin í Borgini.
Haldast við líka
Ditleif vísir á, at gerandisdagurin hjá teimum eldru og gomlu er rættiliga ymiskur ? og ymiskt er, hvat fólk nú einaferð hava áhuga fyri.
- Men øll skulu haldast ?við líka?, og til tess var hetta tiltakið eitt frálíkt høvi, sigur hann.
Eitt kamarkór var í Fuglafjarða kirkju hetta mánakvøldið kl. 20, og tey stukku eisini inn á gólvið í Mentanarhúsinum og sungu nakrar sangir. Hesi luttóku eisini í dansinum, sum var og vóru við til at seta lív í.
Umframt dansin og sangin, var eisini okkurt til skemtunar, og hesum tók Petur Martin Petersen sær av.
- Eg haldi, at fjøldin sum heild var væl nøgd við kvøldið, og fólk hugnaðu sær óført, sigur Ditleif, sum vísir á, at øllum dámdi Mentanarhúsið einastandandi væl og vóru á einum máli um, at ljóðviðurskiftini eru framúr.
Fyrr um dagin vitjaðu ?Gamle venner? Eldrasambýlið og spældu fyri teimum sum eru á stovninum.
Umleið 20 danir vitjaðu við bólkinum ? tey 10 tóku sær av tónleikinum; hini vóru hjúnarfelagar og ergoterapeuturin.
Felags royndir
Ditleif sigur, at tilboðið um at fáa bólkin ?Gamle venner? á vitjan, kom úr Århus, og málið var bæði at skapa undirhald og fáa fakliga vitan hendanvegin við tað, at leiðarin fyri ergoterapiini í Århus-økinum, Anne Marie Salling, eisini var við í ferðalagnum.
- Anne Marie var á fundi við leiðaran fyri ergoterapiina í Eysturoy, Ásu Olsen og
leiðaran fyri Eldrasambýlið Fuglafirði, Hildigarð Djurhuus. Eg tosaði við Anne Marie eftir fundin, og hon læt væl at. Nógv var komið burtur úr, báðar vegir. Danir hava drúgvari royndir á økinum enn vit, og tað er altíð gott at tosa um tær royndir, sum nú einaferð eru gjørdar, ávikavist í Danmark og í Føroyum. Á henda hátt kann finnast fram til, hvørjar loysnir nú einaferð verða hildnar at vera tær bestu á økinum ? teimum til frama, sum hava viðgerð fyri neyðini, sigur formaðurin í Eldrafelagnum Borgini.