Á setanini av Eldraárinum greiddi formaðurin í nevndini, ið fyrireikar og fyriskipar Eldraárið, Bartal Kass, frá árinum og endamálinum við tí.
- Gamalt var, at ættarliðini livdu saman og tey eldru við sínum lívsroyndum lærdu frá sær, soleiðis, at lærdómur og hugsjónir gingu í arv. Støðan í dag er ein onnur. Eldra og yngra ættarliðið liva í størri mun hvør sær og kann hetta geva trupulleikar við at skilja støðuna hvørt hjá øðrum. Tí er umráðandi at byggja brýr, soleiðis at vit skilja, virða og stuðla hvønn annan.
- Fyri at røkka hesum máli verður hugsað um at fáa í lag evnisdagar í skúlunum, sum lýsa samskifti millum ættarliðini. Næmingarnir fáa til uppgávu at fara út til tey gomlu í familjuni og spyrja um ymiskt. Bæði um, hvussu tað var, tá ið tey vóru ung, um teirra lívsroyndir, og hvussu støðan er í dag. Eisini er ætlanin at fáa eldri næmingarnar at hugleiða um, hvussu tey kunnu hugsa sær samfelagið, tá ið tey verða gomul.
- Endamálið við hesum er at skapa fatan millum ættarliðini, lýsa hvat fyri støði tey eldru hava at passa seg inn í samfelagið og hvussu ein sjálvur kann skilja tey og brúka tær royndir tey hava.- Fatanin millum ættarliðini er ikki nóg stór, og tá kann tað virka sum vantandi virðing. Ein og hvør hevur nærum nóg mikið við sjálvum sær og har gloymir ein hesi viðurskiftini, sigur Bartal Kass.
Greið mál
Fyrireikingarnevndin fyri Eldraárið hevur tvey heilt greið mál. Fyri tað fyrsta at brúka hetta árið at fara runt allar Føroyar at tosa um støðuna og viðurskiftini hjá teim eldru, at fáa kommunurnar at taka støðu til, hvat tey ynskja at gera her og nú og í framtíðini. At fáa ein eldrapolitikk, har hann ikki er. Fyri tað næsta er ætlanin, at tá ið árið er liðugt skal eitt álit og ein bóklingur koma burtur úr, ið lýsir støðuna hjá teim eldru á øllum økjum, íbúðarviðurskifti, fíggjarmøguleikar, røkarheimsviðurskifti.
- Hetta er ætlað at vera upplýsingar til landsstýriskvinnuna í almanna- og heilsumálum. Hvussu álitið og bóklingurin verða brúkt ítøkiliga er sjálvsagt upp til politikkararnar, sigur Bartal Kass.
Gjøgnum árið verður skipað fyri kvøldsetum, kjakfundum, evnisdøgum, greinarrøðum, og yvirornaða evnið er eldrapolitikkur.
- Samfelagið er broytt og broytist framhaldandi, so alt fleiri eldri verða í mun til tey yngru í og við, at heilsustøðan er bøtt og miðallivialdurin øktur. Nýggja støðan setir onnur krøv til samfelagið, tá ið hugsað verður um elliseftirløn, íbúðarmøguleikar, ítriv, útbúgvingartilboð og annað.