Tey eldru sleppa nú at siga sína meining

Nú skal kannast, hvussu tey eldru vilja hava tað

Tær tríggjar kommunurnar rundan um Skálafjørðin, sum samstarva um eldraøki, fara nú at seta eina tørvskanning í verk, fyri at vita, hvussu fólk vilja hava tað á elliseárum.

 

Tað eru tríggjar kommunur við í hesum samstarvinum, Runavík, Sjógv og Nes og tilsamans búgva eini 6000 fólk í kommununi.

 

Og tilsamans eru 867 fólk yvir 67 ár í Skálafjarðarsamstarvinum. Í 1985 vóru tey 560 í tali, so talið er nógv hækkað hesi seinastu 30 árini.

 

Tordur Niclasen, sum tekur við sum leiðari fyri Skálafjarðarsamstarvið tann 1. november, eftir Mary í Garði, sum hevur sagt upp, sigur, at í sambandi við kanningina, fara øll í økinum yvir 67 ár at fáa eitt spurnarblað, fyrst í árinum

 

Har fáa tey høvi at greiða frá, hvussu tey halda, at eldraøkið skal skipast fyri at veita ta bestu tænastuna til tey eldru.

 

Samstundis hava tey eisini í hyggju at skipa eitt borgarafelag við umboðum við fólki úr øllum kommununum í samstarvinum.

 

Hetta borgarafelagið skal fáa høvi til at gera viðmerkingar, áðrenn broytingar verða gjørdar, sum hava stóra ávirkan á tænastustøðið á eldraøkinum.