Tey eru fá sum keypa ketil og oljufýr

- Tað gongur framá við alternativari orku, men vit halda, at tað sum heild gongur ov seint, sigur Rói Kalsø, forstjóri í Demich.

 

- Her er full ferð á kassanum til tess at gera Føroyar grønari, sigur forstjórin í Demich, Rói Kalsø.

 

 

Fyritøkan Demich, ið hevur meira enn seksti ár á baki sum veitari av hitaskipanum, hevur skipanir til bæði stórt og smátt, og her fæst hiti, vatn og sanitetur, vanliga rópt hvs. Demich er nú eisini løggildur el-innleggjari og tískil heildarveitari av øllum, sum hoyrir undir hvs. Haraftrat eigur fyritøkan lut í Jarðhita, sum nú hevur keypt sítt triðja boritorn til boring av jarðhitaholum.

- So, her er full ferð á kassanum til tess at gera Føroyar grønari, sigur forstjórin í Demich, Rói Kalsø.

Undir liðini á sær hevur hann Torbjørn Hansen sum rakstrarstjóra. Torbjørn er vaksin upp í fyritøkuni og hevur saman við øðrum dugnaligum fólkum drúgvar royndir innan øll tey øki og tænastur, sum fyritøkan veitir.

 

Men, tað skulu meira enn stjórar til at manna eina slíka fyritøku sum Demich er - eina fyritøku, sum vil vera fremst á sínum øki og innan veiting av alternativari orku og hvs-tænastum. Umframt fólk við drúgvum royndum á sínum økjum, finnur tú í starvsfólkahópinum eisini verkfrøðingar, hvs-instalarørar og el-instalatør, sum er ein treyt fyri at vera løggildur el-innleggjari.

 

- Slagorðið er, at okkara dygd er tín trygd, sigur forstjórin í fyritøkuni, sum ikki dylur, at tað, sum Demich við sínari vegleiðing og ráðgeving til viðskiftafólk leggur dent á, er alternativur hiti, har olja ikki er ein partur av verkætlanini.

 

Forstjórin vísir á, at tað eru ógvuliga fá, sum í dag spyrja eftir einum traditionellum ketli og oljufýri. Hesi kunnu teljast á einari hond yvir tíð. Tá fólk koma og spyrja um traditionellu loysnirnar, vil Demich altíð taka prátið upp um eina alternativa loysn - uttan olju. 

 

Rói Kalsø vísir á, at jarðhitaloysnin sjálvandi er ein dýrari loysn, men ráðgevingin sigur, at tú brúkar umleið helvtina minni til hita og el við jarðhitaloysnini, enn tú brúkar við traditionellu loysnunum. Men, hetta veldst sjálvandi um bjálving og skipanina annars.

 

- Í dag hevur ein hitapumpa Wi-Fi, og tú kanst knýta alt møguligt upp á hana. Eitt nú kanst tú kopla eina veðurstøð inn á hitapumpuna, soleiðis at hon sjálvvirkandi stillar hitan í mun til veðurforsagnir. Hitapumpurnar eru sum ein flatskermur, og her er stór menning alla tíðina, bæði tøkniliga og í effektiviteti. 

 

Forstjórin í Demich heldur, at tað gongur framá við alternativari orku, men leggur aftrat, at tað sum heild gongur ov seint. 

 

Í VikuskiftisSosialinum fríggjadagin var serblað um alternativa orku og orkuloysnir, og her eru fleiri forvitnisligar samrøður, bæði við myndugleikar, el-veitarar, kommunur og við fólk, sum greiða frá um árinini av eitt nú vindmyllum í haganum.

 

 

 

- Her er full ferð á kassanum til tess at gera Føroyar grønari, sigur forstjórin í Demich, Rói Kalsø.