Tey eru ørkymlað av støðuni

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal nú greiða frá, hví arbeiðið upp á Dalstunnilin liggur stilt

Hví er arbeiðið at gera Dalstunnilin lagt stilt. Tað er spurningurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og landsstýrismaður í samferðslumálum, nú skal greiða Løgtinginum frá. Tað eru fólk frá Landsverki, sum gera tunnilin, men tað er eingin serlig framdrift í arbeiðnum, tí játtanin er so lág.

 

Játtanin er bara níggju milliónir um árið, men hóast peningur er til taks at arbeiða fyri, liggur arbeiðið stilt í løtuni og enn er óvist, nær arbeiðið verður tikið upp aftur. Og nú vil Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava at vita frá landsstýrinum, hvussu landið liggur við Dalstunlinum, og nær arbeiðið verður tikið upp aftur.

 

Hann sigur, at arbeiðið við Dalstunlinum hevur gingið væl so hóast byggihátturin er sera bíligur eru  700 metrar boraðir. Tilsamans er tunnilin 2200 metrar.  

 

– Men hóast játtan er tøk til endamálið í ár, er arbeiðið ikki uppafturtikið eftir jólafrítíðina. Hettar ørkymlar fólk, einahelst dalbingar, sum sjálvsagt ótolnast, nú arbeiðið ikki byrjar aftur sum ætlað, sigur Páll á Reynatúgvu.