Tey eru skeptisk um dráp av springarum

– Vit kunnu ikki longur, sum stoltir føroyingar, greiða útlendingum frá um orsøkina til grindadráp, siga tey úr einum ungamannafelagi, sum saknar greiðari mannagongdir og grundgevingar

Vit eru hørm um, at vit ikki longur kunnu grundgeva siðiligt fyri føroyskum hvaladrápi.

 

Soleiðis siga tey úr Sosialistiskum Ungum, sum er ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, nú aftaná springarar eru hildnir til í Skálafjørðinum seinnapartin.

 

Kjak hevur stungið seg upp á sosialu miðlunum í kvøld um, hvørt tað var rætt at halda so nógvar springarar til, og summi halda, at tað ikki er neyðugt at halda springarar til yvirhøvur. 

 

Tey seta nú spurnartekin við mátan, vit í Føroyum drepa springarar og eftirlýsa ein nýggjan leist frá myndugleikunum. Tí tey halda ikki, at mannagongdirnar fyri dráp av springarum samsvarar við tey argumentir, føroyingar plaga at verja grindadráp við í kjakinum við mótstøðufólk uttanlands.

 

– Vit kunnu ikki longur, sum stoltir føroyingar, greiða útlendingum frá um orsøkina til grindadráp, tí grundgevingarnar hava einki grundarlag longur, skrivar ungmannafelagið á Facebook.

 

Tey vísa á, at aftursvarið til trýstið frá umheiminum um grindadráp vanliga hevur verið, at vit hava røttu vápnini og gera tað á besta og skjótasta hátt, men tey halda ikki, at springarar verða avlívaðir á rættan hátt.

 

– Fyrr í dag bleiv tó boðað frá, at farið var at reka hópatal av springarum inn á land. Hópatal av springarum, ið vit ikki hava røttu vápnini at drepa við, men vápn, ið eru ætlað grindahvalum; sum er nærum tvær ferðir støddina á einum springara. Við stóra støddarmuninum mugu vit tí ásanna, at okkara aftursvar ikki longur er satt. Vit drepa ikki bert djór við røttum vápnum, og á besta hátt, men velja nú eisini at drepa, hóast grundarlag ikki er fyri tí, og víkja tí eisini frá bæði mentan og søgu, siga tey sosialistisku ungu.

 

Umhvørvisfelagsskapurin Blue Planet Society plagar at vera á pinninum á Twitter, hvørja ferð grind er í Føroyum. Í dag var heldur einki undantak - tey skriva "This is horrific", og har eru nógvar reaktiónir frá fylgjarum teirra, og nógv hava deilt uppslagið víðari.