Myndin er tikin í valhølunum á Sandi í morgun, áðrenn valhølini lótu upp klokkan 10.
- Valnevndin er nú til reiðar at taka ímóti veljarum í kommununi, siga tey í valnevndini.
Forkvinna í valnevndini í Sands kommunu er Jóhanna Hansen, sum á myndini situr uttast høgrumegin.
Í Sandoynni er sjey valevni, sum búgva í oynni, uppstillað á løgtingsvalinum hesaferð.
Sámal Hanni Lognberg í Skopun er uppstillaður fyri Miðflokkin, og Jóhanna Jancyardóttir í Húsavík er uppstillað fyri Javnaðarflokkin.
Kristina Djurhuus í Dali er uppstillað fyri Sambandsflokkin, og Michael A.C Johannesen á Sandi er uppstillaður fyri Framsókn.
Síðan er Kristian Krog Hentze uppstillaður fyri Fólkaflokkin, Hendrik Egholm fyri Tjóðveldi og Sonja H. Petersen fyri Sambandsflokkin.
Hesi seinast nevndu búgva eisini øll á Sandi.
Valdagurin er ein langur, men eisini hugnaligur dagur í valhølunum kring landið.










