Framgongdin hjá Miðflokkinum verður staðfest í enn einari veljarakanning.
Gongur tað, sum kanningar seinastu tíðina hava sagt, fær flokkurin eitt tingfólk afturat, tá ið valið verður í januar.
? Eingin trýr, hvussu óhugaligt tað er at vera einsamalt umboð fyri ein flokk í løgtinginum. Eg havi í fleiri ár longst eftir einum tingfólki afturat, og eg vóni, at vit fara at fáa eitt umboð afturat á komandi vali, sigur Jenis av Rana, formaður fyri Miðflokkin.
? Sum einsamalt umboð fyri ein flokk skalt tú verða inni í øllum økjum í samfelagnum, og tað er ógjørligt, ja, tað er næsta ómenniskjaligt at krevja tað. Tí eru vit sera fegin um úrslitið í nýggju kanningini, sigur hann.
Tora at siga nei
Ofta verður sagt, at flokkar missa undirtøku av at sita við valdið, men hetta er eftir øllum at døma ikki galdandi fyri Miðflokkin. Flokkurin hevði lítla framgongd á løgtingsvalinum seinast, og framgongdin heldur nú fram.
? Miðflokkurin fæst fyrst og fremst við tey grundleggjandi økini í samfelagnum, har flokkurin ikki er bangin fyri at hava greiðar meiningar og ein orðaðan politikk. Tað hava allir hinir flokkarnir ikki, og tað er kanska við til at skapa ein framgongd hjá okkum, sigur Jenis av Rana.
? Vit byggja okkara politikk á kristin virði, og tá ið rák uttaneftir skaka hesi virði, tá tora vit at siga nei. Vit hava greiðar meiningar um fosturtøku, rúsdrekka, og tey kynsvillu, og tað vita fólk av, sigur hann.
Jenis av Rana sigur, at flokkurin hevur eisini arbeitt fyri at føroyingar, sum eru væl fyri, skulu lata fleiri pengar til tey, sum eru illa fyri úti í heimi, og hann sigur, at skal flokkurin aftur í samgongu, verður tað eitt krav, at Føroyar fara at lata størri menningarhjálp.