Tey seinastu tíggju árini er fólkatalið í Oslo vaksið 50.000, men hagtølini vísa, at tað eru bara 4.000 fleiri norðmenn í býnum nú enn fyri tíggju árum síðani. Hini 46.000 eru innflytarar ella fólk av fremmandum uppruna.
Tøl hjá kommununi vísa, at 92,5 prosent av teimum nýggju íbúgvunum í Oslo eru av fremmandum uppruna, og at sjey prosent av teimum eru úr ymsum londum í Vesturheiminum. Geir Thornæs, sum er ráðgevi hjá Oslo kommunu, sigur, at uttan fremmandafólkini var fólkatalið í Oslo minkað, og í besta føri hevði tað staðið í stað, sigur hann.
Hann og politikararnir í býráðnum høvdu ikki væntað, at tey fremmandu eiga ein so stóran part av vøkstrinum í Oslo. Geir Thornæs sigur, at fleiri fremmandafólk eru flutt úr øðrum norskum býum til Oslo tey seinastu árini, samstundis sum fleiri eru komin úr útlandinum. Harafturat kemur, at tær fremmandu kvinnurnar fáa fleiri børn enn tær norsku.