1. skúladagur í Sankta Frans skúla í Havn, sum er annar skúlin, har ov nógv børn er innskrivað til 1. flokk í ár. (Mynd: Álvur Haraldsen)

Tey flestu vilja í Skúlan á Fløtum

Men nógv pláss eru eftir í hinum skúlunum í Tórshavnar kommunu

1. skúladagur í Sankta Frans skúla í Havn, sum er annar skúlin, har ov nógv børn er innskrivað til 1. flokk í ár. (Mynd: Álvur Haraldsen)

13 børn, sum eru skrivað upp til at bryja í 1. flokki í Skúlanum á Fløtum eftir summarfrítíðina mugu flytast til aðrar skúlar í Havn. Og har er ríkiligt av plássi, tí 68 pláss eru eftir til næmingar í hinum níggju skúlunum í Tórshavnar kommunu.

 

Nú liðugt er at skriva inn næmingar til 1. flokk og forskúla í Havn, og Mentamáladeildin og Snarskivan í Tórshavnar kommunu hava nú eftirkannað og viðgjørt innskrivingarnar.

 

Í yvirlitinum niðanfyri sært tú talið av børnum, sum hava skrivað seg inn í ymisku kommunalu skúlarnar í ár.

 

Sum yvirlitið vísir, eru ov nógv børn eru skrivað inn í Skúlan á Fløtum og í Sankta Frans skúla.

 

##med2##

 

Tað hevur sambært Tórshavnar kommunu við sær, at nakrar flytingar mugu gerast, tí skúlarnir fáa ikki tikið ímóti øllum teimum innskrivaðu børnunum.

 

Foreldur at børnum, sum ikki fáa pláss í tí skúlanum, tey hava ynskt, fáa nærri boð frá kommununi um umleið 14 dagar.

 

##med3##

 

 

 

1. skúladagur í Sankta Frans skúla í Havn, sum er annar skúlin, har ov nógv børn er innskrivað til 1. flokk í ár. (Mynd: Álvur Haraldsen)