Tá tað snýr seg um framtíðina hjá Suðuroynni eru nógvir spurningar frammi. Og nógvir spurningar sum kanska eru truplir at svara í løtuni:
Hevur Suðuroyggin nakran tjans í framtíðini? Er tað møguligt at gera nakað skilagott í oynni? Er tað ikki ov seint?
- Nei, nei, nei. Tað er ikki ovseint. Og Suðuroyggin hevur avgjørt ein møguleika. Vit skulu bara ans eftir, at vit ikki koma sooo langt niður, at tað snøgt sagt er ov seint at gera nakað sum helst, sigur hann.
Hann tekur sum dømi bygdina Mykines, har fólkatalið í dag er so mikið lágt, at tað er sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at byggja tað uppaftur.
- Vit í Suðuroynni mugu ansa eftir, at vit ikki koma niður á tað støðið. Vit eru als ikki komnir har niður enn, tí her er nógv fólk sum ikki hevur mist mótið. Og vit hava eisini fólk í oynni, sum kunnu gera íløgur.
- Tað hevur mest verið fokuserað uppá tað negativa. Tú hoyrir næstan ikki nakað um tað positiva, sum hendir her í oynni, vísir hann á.
Ikki brúk fyri teoretikarum
Sum ein dømi um tað positiva, sum er hent í oynni nevnir Pauli Einarsson fiskavirkið Delta Seafood.
- Eg havi ikki hoyrt nógv tos um hesa succes-søguna. Teir fingu eitt virki upp at standa her á Tvøroyri. Síðani fóru teir á Sandoynna fyri at byggja hana upp og fingu tvey virki latin upp har.
- Og her er nakað, sum eg als ikki skilj: Hví í víðastu verð brúkar man ikki hesi fólkini sum ráðgevarar? Hvussu ber tað til, at teir kundu hava slíka succes burtur úr øllum hinum?
- Fyri mær er eingin ivi, at fáa vit tey røttu fólkini við í tjakið, og lata vit tey sleppa framat - og ikki bara teoretikarar! - so trúgvi eg uppá, at vit fáa nakað upp at standa her í oynni, sigur hann.
Fyri honum er heldur eingin ivi um, at hesi fólkini finnast. Tey eru í oynni, men tey eru ikki rættiliga sloppin framat enn.
- Tey eru í øllum førum ikki vorðin hoyrd á sama hátt, sum tey áttu at verðið hoyrd.
Tvangsinnlagdir stertar
- Tað sum í roynd og veru skapti kreppuna og niðurgongdina í oynni, hendi tá ein flutti Suðuroynna, sum var síðsta avskipingarhavn til útheimin, norður til Farstøðina hjá Strandferðsluni í Havn.
- Soleiðis fekk Norrøna nakað at sigla við, tí nú varð hvør einasti stertur tvangsinnlagdur til at fara inn á Farstøðina í Havn, samstundis sum tú oyðilegði mong arbeiðspláss her suðuri. Tað vóru nógvir faktorar sum spældu inn samstundis, sigur hann.
Hóast truplu støðuna á mongu økjum, so ætla teir sær ikki at biðja um nakra kreppuhjálp. Teir ynskja bara somu møguleikar sum øll onnur í Føroyum.
Ein veruleiki er tað, sambært Paula Einarsson, at teir hava ikki somu treytir at virka undir sum onnur. Hann tekur sum dømi, at um ein suðringur ætlar at byggja sær ein virkisbygning, so fær hann ikki somu sømdir sum onnur.
Hann veit um eitt svar frá einum peningastovni - hetta svarið var ikki skrivtligt, men munnligt! - at um eitt virki ikki bar seg har suðuri, so var tað ikki so lætt at selja tað aftaná.
- Og hetta er tað svarið man fær, tá ein ætlar sær at gera íløgur. Tað er líka sum fyri at taka mótið frá fólki. So ein sær greitt, at vit hava ikki somu treytir og møguleikar sum fólk aðrastaðni, sigur hann.
Omanfyri nevnda dømi er so um eitt virki, sum kann setast á stovn. Men ójavna kappingin rakar eisini tey verandi virkini, har støðan eisini er sera trupul.
- Eg veit frá Lemmavirkinum í Vági at teir dragast við sera høgar kostnaðir av flutninginum. Skuldu teir senda eitt sett av trollemmum úr Vági, umvegis Tvøroyri og Havnina til Klaksvíkar, so kostaði tað næstan tað sama sum at senda tað úr Føroyum til Suðurafrika. Tað vóru bara nakrar fáar hundrað krónur á muni!
- Og tá er tað bara flutningur innanoyggja. Tá eru vit als ikki komin út av landinum enn við vøruni. So tú sær, at her eru sera ójøvn vilkor at arbeiða undir.
Norrøna á Tvøroyri?!
Undan jólum varð tann nýggja samferðsluhavnin á Drelnesi tikin í nýtslu. Hetta er ein landshavn, verður sagt, men teir á Tvøroyri hava ongatíð fingið at vita, hvør eigur hana og hvør stendur fyri rakstrinum av henni. Onkur hevur spurt, um tað er stjórin á Landsverki, sum nú skal fara undir at reka havnirnar eisini.
Á Drelnesi eru tveir møguleikar fyri atløgum. Her kundi t.d. Norrøna lagt at, um hon kom til Føroyar ein óveðursdag. Ístaðin fyri at lagt seg í Nólsoyarfirði ein heilan dag at bíða eftir líkindum, kundi kom bara fara á Drelnes.
Her kundi hon so lagt at kl. 5 um morgunin, og so kundi farmurin verið koyrdur beinleiðis umborð á Smyril, so at farmurin var í Havn tveir tímar seinni.
- Hetta kundi verðið eitt alternativ, sum veðrið gjørdist keðiligt. Hetta er ein fínur møguleiki fyri Norrønu, tí her er fínt pláss til hana, sigur Pauli Einarsson.
Á Drelnesi er nógv pláss, sum eisini er vælegnað til ídnaðarøki. Men hvat manglar so?
Eingin undantaksstøða
- Ja, málar tú alt upp sum eitt øki í svartasta vónloysi - hvør í víðu verð skal so fara higar at gera íløgur. Tað ljóðar fyri mær sum Suðuroyggin er eitt krígsrakt øki har alt er í undantaksstøðu.
- Tí, hygg bara eftir bløðunum og lurta eftir tíðindunum úr Suðuroynni: Hvør í víðu verð kundi funnið uppá at búsett seg í oynni? Ikki ein sál, tí tú hoyrir ikki eina einastu sólskinssøgu higani. Og tá ein so sigur nakað, so verður ein bara mettur sum eitt stórt grenj, sigur hann speiskur á málinum.
Hann heldur, at suðringar hava verið sera tolnir. Yvir 300 fólk eru arbeiðsleys, og um ein mánað gerast 40 arbeiðsleys aftrat, tá liðugt er at taka teir seinastu laksarnir. So er tað liðugt í øllum førum.
Jamen, er so ikki alt bara grátt í grátt og svart í svart.
- Nei, sigur optimisturin Pauli Einarsson. Ein kundi gjørt nógv, m.a. at skipa fyri nøkrum førleikamennandi skeiðum, á sama hátt sum ein gjørdi tað í ALS á sinni. Tá skipaðu teir skeiðum til handverkarar og onnur, soleiðis at tey vórðu umskúlaði.
- Hetta hevði eisini verið ein møguleiki at gjørt her. Tað er bara ein spurningur um vilja. Um menn hava vilja til at fáa tað upp at koyra aftur her suðuri. Tí tað vísir seg, at pengar eru til, sigur Pauli Einarsson.