Tey gera tað tunga røktararbeiði 

- Avbjóðingarnar á røktarøkinum eru stórar og veksandi. Tí er neyðugt, at fleiri partar lyfta hesar uppgávur í felag, sigur Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum, sum mælir til stytta arbeiðsviku fyri sínar limir.

Rakul í Gerðinum hevur verið forkvinna í Heilsurøktarafelagnum síðan 2016.

Tá nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevði skipað seg eftir seinasta val, hildu Rakul í Gerðinum og Bingerð Hjalmarsdóttir fram sum ávikavist forkvinna og næstforkvinna. Aftrat teimum báðum í nevndini eru Louisa Maria Eliasen, Malan Hansen og Linda Arnfríðardóttir Jacobsen, hin síðst nevnda sum nývald. Tiltakslimir eru Elisabeth Eið Eliasen og Rói Hjaltalin, sum eisini er nývaldur tiltakslimur. 

Rakul í Gerðinum, sum gjørdist forkvinna í Heilsurøktarafelagnum í 2016, ásannar, at økið, sum hennara felag og limir varða av, aftur er komið á breddan. Búskaparráðið hevur nýliga skorið út í papp, at stórur tørvur er og fer at verða á starvsfólki innan tey øki, har limirnir hjá Heilsurøktarafelagnum starvast, nevniliga innan almannaøkið, eldrarøktina og sjúkrahúsverkið, og her hava tøl sum 700 starvsfólk aftrat tey næstu tíggju árini verið nevnd.   

Stórur tørvur hevur leingi verið á starvsfólki innan hesi øki, og tískil er Rakul í Gerðinum als ikki ovfarin av staðfestingini hjá Búskaparráðnum sum merkir, at fleiri næmingar eisini mugu takast inn á heilsuskúlan á hvørjum ári. Heilsurøktarafelagið hevur leingi vitað, at starvsfólkatrotið er øgiligt, og at tað er veksandi.

- Hetta síggja og uppliva vit hvønn dag, men vit hava bara ikki havt neyv tøl at fyrihalda okkum til. Tað hava vit fingið við frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, og vit eru sera fegin um at hava fingið tað staðfest, sum vit hava vitað leingi, sigur Rakul í Gerðinum, sum onga løtu er í iva um, at avbjóðingarnar á økinum eru stórar og veksandi, og at neyðugt er at fleiri partar lyfta hesar uppgávur í felag.

Arbeiðsøkið hjá heilsurøktarum er víðfevnt og er merkt av skiftandi arbeiðstíðum, lágum lønarlag og ov lítlari tilgongd av ungum fólki til fakið. Skulu vit sum samfelag varðveita støðið í vælferðini, soleiðis sum vit kenna tað í dag, eru ikki stundir til drál, men farast má til verka beinanvegin.

Heilsurøktarafelagið hevur í fleiri ár varpað ljós á eldra-og umsorganarøkið, og fyri løgtingsvalið seinast setti felagið saman við sínum álitisfólkum sær nøkur ítøkilig hjartamál. Heilsurøktaraøkið er tungt, bæði likamliga og sálarliga, men tað er einki, sum limirnir í felagnum vilja meira enn at veita borgarunum - hvar í skipanini tey enn eru - eina holla, dygdargóða og virðiliga tænastu.

Forkvinnan vísir á, at hjartamálini í fyrsta lagi snúgva seg um tað likamliga og sálarliga arbeiðsumhvørvi, sum limir felagsins arbeiða undir. Felagið heldur og ynskir, at jú størri fokus verður á hesi mál, jú sjónligari gerast teir tørvir, ið eru á økinum og við tíðini verður lættari at bøta um tey mangan truplu arbeiðsviðurskifti, ið eru, eins og hetta eisini kemur at gera lívskorini og lívsdygdina hjá borgarunum, sum limir felagsins varða av, betri.

Rakul í Gerðinum sigur, at nú Búskaparráðið varpar ljós á heilsurøktarøkið, samstundis sum gongd fer at koma á eina eftirmeting av eldra-og umsorganarøkinum sum heild, vil Heilsurøktarafelagið vera ein aktivur luttakari, og hon heldur, at útsagnirnar hjá Búskaparráðnum eiga at skapa grundarlag fyri, at arbeiðast kann meira ítøkiligt og miðvíst við at gera batar á økinum hjá heilsurøktarum.

Hon vísir á, at í øllum hesum fylla útbúgvingarviðurskifti hjá heilsurøktarum nógv, og tað er eisini ein hornasteinur í stóru avbjóðingini at fáa fleiri at velja hesa útbúgving og starvsleið. Ein týðandi partur av menningini innan starvsøkið hjá heilsurøktarum er eisini eftirútbúgvingarmøguleikar hjá limum felagsins - hvørjar møguleikar heilsurøktarar hava at brúka sínar fakligu førleikar í dagliga yrkinum, eins og møguleikar at lesa, læra og mennast víðari. 

Rakul í Gerðinum ásannar, at tað í fyrsta lagi er neyðugt at skipa so fyri, at fleiri næmingar kunnu takast inn á heilsurøktaraútbúgvingina á hvørjum ári, eins og møguleikar mugu skapast fyri fleiri plássum til starvsvenjing.

- Vit eru eisini í holt við at kanna trivnaðin millum okkara limir við spurnarbløðum, sum eru send limunum at svara. Her verður spurt um arbeiðsumstøður og trivnað hjá heilsurøktarum og øðrum limum í felagnum, bæði innan sjúkrahúsverkið - psykiatriska eins væl og somatiska partin, innan almannaverkið og í eldrasamstørvunum kring um í landinum.

Heilsurøktarafelagið vónar, at spurnarkanningin fær góða undirtøku, soleiðis at ein haldgóð mynd og meting fæst av arbeiðstrivnaðinum hjá limunum í felagnum.

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur valt at leggja stóran dent á tørvin á einum skeiðsdepli, sum tey meta eigur at vera ein forlongdur armur hjá heilsuskúlanum, helst við einari breiðari viftu av eftirútbúgvingarmøguleikum.

- Vit sakna møguleikar at menna okkum í fakinum, tí tað er ikki altíð nóg gott samsvar ímillum, hvat okkara limir kunnu og tær uppgávur, sum limirnir verða settir til at fremja. Í aðrar mátar uppliva okkara limir eisini, at tey ikki fáa brúkt sínar førleikar nóg væl í tí starvi, tey hava.

Rakul í Gerðinum vísir á, at Heilsuskúlin hevur eina vegleiðaraútbúgving, og tað eru eisini arbeiðspláss, sum skipa fyri ymiskari førleikamenning fyri starvsfólkum.

- Vit hyggja eftir, hvat tey gera aðrastaðni, og her er skjótt at síggja, at møguleikarnir aðrastaðni til eftirútbúgvingar eru størri enn her hjá okkum. Í Danmark eru ymiskar bæði styttri og longri eftirútbúgvingar, og í Íslandi hava tey eitt nú eina diplom-útbúgving fyri heilsurøktarar.

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum.


Hon vísir á, at so hvørt, sum samfelagið broytist, gerast krøvini eisini størri, og tí er tað sera umráðandi fyri heilsurøktarafakið, at møguleikar eru fyri eftirútbúgvingum.

- Eitt tað fyrsta stigið at fáa fleiri heilsurøktarar, sum samfelagið so sanniliga hevur og kemur at hava brúk fyri, er, at flokkarnir til hesa útbúgving gerast meira enn hin eini, og haraftrat er neyðugt, at útbúgvingin verður meira fleksibul og gevur betri atgongd til víðari lestur, eins og heilsurøktaraútbúgving eitt nú gevur í Danmark.

- Útbúgvingin má skipast soleiðis, at tað verður lættari at byggja oman yvir hana, soleiðis at førleikarnir mennast og heilsurøktaraøkið verður styrkt, sigur Rakul í Gerðinum, sum ásannar, at trupulleikar hava verið við plássum til starvsvenjing, serliga innan sjúkrahúsverkið, og hetta er eisini ein spurningur, sum takast má upp og loysast.

- Soleiðis, sum vit hava skilt, er tað ikki trupulleikin at fáa nóg mikið av næmingum til heilsuskúlan, tí áhugin er stórur. Her mugu so myndugleikarnir gera tað møguligt við fleiri plássum til starvsvenjing, serliga innan sjúkrahúsverkið. Stóri fløskuhálsurin fyri at fáa fleiri heilsustarvsfólk, eru sjúkrahúsini, sum ikki megna at taka ímóti einum nóg stórum tali av starvsnæmingum, sigur hon.

Tað er ikki ókent í røktini, at fólk arbeiða niðursetta tíð, og hetta kemst bæði av skiftandi arbeiðstíðunum og ofta tunga likamliga og sálarliga arbeiðnum.

- Vit høvdu ynskt, at ein full vika var 37 tímar, og tað hevði verið kærkomið, um hetta kom í lag. Skiftandi vaktirnar gera, at tú følir teg at hava minni frítíð, eins og vaktirnar gera, at bæði sosiala lívið og frítíðarlívið verður skert. Í okkara arbeiði verður tú skorin fyri nøkur ting í lívinum - ella, at tingini ofta mugu tilpassast øðrvísi enn hjá fleiri øðrum. 

Rakul í Gerðinum heldur tað vera rímiligt, at limirnir hjá henni í størri mun enn í dag fáa eina kompensatión fyri skeivu arbeiðstíðirnar, umframt ofta tunga arbeiði, sum er kring um á ymisku stovnunum, har limir hennara starvast. Hon heldur, at tað hevði verið ein stórur bati, um limir hennara fingu 37 tíma viku, sum politisk undirtøka tykist vera fyri í fleiri flokkum.

Hon heldur, at brøkurin 1,0, sum er 40 tímar, soleiðis átti at ligið onkustað millum 32 og 37 tímar. Men, fyri vakttung størv, sum tað er at vera heilsurøktari, eigur arbeiðsvikan at vera væl styttri enn 37 tímar. Her hugsar Heilsurøktarafelagið sær, at 32 tímar hevði verið hóskandi, tá hugt verður eftir, hvønn brøk limirnir í miðal arbeiða.

Rakul í Gerðinum heldur, at brøkurin 1,0, sum er 40 tímar, soleiðis átti at ligið onkustaðni millum 32 og 37 tímar.  

- Okkara limir hava somu tørvir sum onnur, og vit hava bæði familju, hús og bil. Øll vita, at stórur tørvur er á teirri tænastu, sum okkara limir veita, og nú hevur so eisini Búskaparráðið staðfest, at hesin tørvur er stórur og fer at veksa við rúkandi ferð tey næstu 10 árini, sigur forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum.

- Vit eru als ikki ovfarin av frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sigur Rakul í Gerðinum.

Rakul í Gerðinum hevur verið forkvinna í Heilsurøktarafelagnum síðan 2016.

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum.

- Vit eru als ikki ovfarin av frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sigur Rakul í Gerðinum.