“Takk fyri góða umsorgan”. “Tit ansaðu væl eftir okkum”. “Venjingarnar vóru góðar”.
Lovorðini vóru nógv, tá ið fysioterapitoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu eftirmetti nýggjasta tilboðið, sum verður boðið fólkapensjónistum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.
Í summarfrítíðini hava fleiri enn 30 fólk vant í hølum hjá venjingarmiðstøðini Burn, sum liggur í miðbýnum í Havn.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur fingið møguleika at læna høli og útgerð hjá venjingarmiðstøðini og kann tí bjóða fólkapensjonistum í kommununi til venjingar saman við fysioterapeutum úr Heilsu- og umsorganartænastuni.
Venjingarnar eru øðrvísi enn tær, ið fólk, sum eru komin væl til árs, vanliga gera. Hóast hetta gekk skeiðið stak væl, og úrslitini hava verið sera góð. So at siga øll hava tikið seg fram, bæði tá hugsað verður um styrki og at koma í góða venjing. Øll eru vorðin likamliga betur fyri og hava havt góðar upplivingar um somu leið.
Henda fyrsta royndin eydnaðist so væl, at Heilsu- og umsorganartænastan hevur gjørt av at halda fram, so nú ber aftur til at melda seg til skeiðið.
Í eftirmetingini kundu fysioterapeutarnir millum annað lesa hesi aftursvarini:
“Tað besta var at sleppa at íðka. Eg orki betur at venja og arbeiða”. “Eg nýtti vøddar, sum eg vanliga ikki nýti.” Og “Eg bleiv vegleiddur og lærdi at halda á”.
Hesin hátturin at venja verður nú lagdur aftrat verandi venjingartilboðum sum t.d. venjingarnar í badmintonhøllini, endurvenjingarliðini og einstaklingavenjingini.
Endamálið við hesum venjingunum er at endurvinna mest møguliga rørslu og virkni og harvið stuðla undir kjarnuuppgávu hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at eggja borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.
Starvsfólk frá fysioterapitoyminum í Heilsu- og umsorganartænastuni leiða fólkini gjøgnum venjingarnar, so at øll kunnu kenna seg trygg og koma væl frá byrjan. Ætlanin er, at tá ið borgarin er lærdur upp, ber til at halda fram sjálv/-ur, tó at toymið framvegis verður knýtt at øllum, sum íðka.