Tey gomlu og býlini

Gravgangurin er vísur eftir plássi á Lágargarði og Ellisheiminum, so títt og knapt útvarpið hevur lýst andlát og jarðarferð hjá einum, sum hevur havt innivist har.

Tað er væl skiljandi, at avvarðandi at teimum, sum hava fyri neyðini at koma á slíkan stovn, eru nærum desperat í síni leitan eftir innivisti, men tað er bæði óvirðiligt og mannminkandi, at neyðugt er at brúka snildir og knep fyri at sleppa upp í part.

Tað eru heldur ikki øll, sum vilja ella troysta sær at taka lut í hesum mangan óverduga leiki.

Men gongdin og gravgangurin eru besta prógvið um, at ansingar- og røktarpláss til eldri og óhjálpin er ein stór trotvøra í Tórshavnar Kommunu.


Ellisheimið var eitt stórt framstig í sínari tíð og Lágargarður ikki minni, tá hann kom, men her krevst upp aftur meir, og kommunan má ganga á odda. Tí tað er vælveruna hjá hennara borgarum, hetta snýr seg um.

Ført verður fram, at kommunan hevur ongan myndugleika á økinum, og tí slepst so stutt í hesum tíðum við lofti yvir íløgunum.

Um so er, so er stundin komin at broyta hesi viðurskifti, tí kommunurnar kunna ikki bara hyggja at, meðan summir av teirra íbúgvum liva sítt lívskvøld í treða og einsemi.

Kommunurnar hava yvirtikið barnaansingina, og onki er meiri náttúrligt enn, at tær eisini taka upp á seg at stíla fyri ansing og røkt hjá teimum gomlu, sum eru blivin óhjálpin.

Kommunan eigur jú sín stóra og sjálvsagda part av ábyrgdini fyri okkum og okkara umstøðum úr vøggu í grøv.


Í fyrstu atløgu kann landsstýrið fáa gongd á nevndararbeiðið um innihaldið í eldrarøktini í framtíðini, sum stígur kom í hendan dagin, og skunda undir broytingarnar í býtinum millum landið og kommunurnar.

Fyrrenn tað arbeiðið er fingið frá hondini, hendir so onki, sum munar.


Jógvan Arge

valevni tjóðveldisfloksins

til býráðsvalið í Havn