Tey halda at tað hevur hjálpt at lækka skattin

Nú verður ein fyribils skipan gjørd til eina varandi skipan

Tað eru ábendingar um, at tað hevur hjálpt at lækka skattin hjá teimun, sum leiga bústaðir út. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Fyri nøkrum árum síðani varð ein skipan sett í verk, har tey, sum leigaðu bústaðir út til fólk, fingu ein skattalætta. Her er talan um langtíðarleigu, og tað merkir, at leigumálið skal vera galdandi í minst tríggjar mánaðir.

Fyrst var skipanin tann, at tær fyrstu 50.000 krónurnar av leiguinntøkunum vórðu skattafríar, og so var ein avmarkaður skattur rindaður av restini. Síðani varð skattafría upphæddin hækkað upp í 100.000 krónur. Men hetta var ein skipan, sum bara skuldi vera í gildið til 31. desember í ár. Tá skuldi frádrátturin so lækka niður aftur í 50.000 krónur.

Men nú fer Jørgen Niclasen at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at gera hetta til eina varandi skipan og sostatt sleppa tey, sum leiga út til bústaðir, eisini at draga 100.000 krónur frá í skattinum í árunum, sum koma.  Jørgen Niclasen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at endamálið er at økja um útboðið av bústøðum til langtíðarleigu.

Enn eru bara tvey heil ár liðin, síðani frádrátturin hækkaði. Árið í fjør var merkt av koronufarsóttini, og sera fá ferðafólk komu til landið sammett við undanfarin ár. Orsakað av koronu er torført at meta um, hvørja ávirkan hetta hevur havt. Men landsstýrismaðurin sigur kortini, at ábendingar eru um, at tað hevur hjálpt at hækka frádráttin í skattinum upp í 100.000 krónur, tí talið á leigumálum hækkaði í 2019. Tølini fyri 2020 eru ikki endaliga gjørd upp enn, sigur hann.

Hann væntar ikki, at hetta fer at kosta landskassanum nakað nevnivert í mistari inntøku. Skatturin av húsaleigu verður býttur ímillum avvarðandi kommuna, har bústaðurin er, og landskassin. Kommunan fær 45 prosent av inntøkuni og landskassin fær 55 prosent.  Í 2019 vóru Inntøkurnar hjá landskassanum av skattinum av húsaleigu, einar 3,5 milliónir, og í fjør vóru tær hálvaaðru millión.

Men tey vænta, at táið fráfrátturin hækkar eru útlit fyri, at fleri fara at leiga út og tað merkir, at inntøkurnar av skatti fara at hækka - so tað mótvirkar tí, at frádrátturin hækkar.