Tað stendur ikki á hjá leiðarunum í G8-londunum at finna fundaraevni, nú teir sjey menninir og tann einsamalla kvinnan hittast til fundar í lítla, týska frítíðarbýnum Heiligendamm við Eystrasalt.
Eitt tað ovasta málið á dagsskránni er veðurlagið og serstakliga tann seinasta veðurlagsfrágreiðingin frá ST. Hóast tíðin hjá Kyoto-sáttmálanum er farin at styttast, hava tey átta framvegis møguleikan at fáa nakað munagott burturúr, skrivar Reuter, sum eggjar teimum til at skriva undir og at fylgja avtaluni. Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sum er á sínum seinasta G8-fundi, segði í gjár, at tað ræður um at fáa USA við, men George W. Bush, forseti, hevur sagt, at hann skrivar ikki undir nakað, sum er bindandi fyri USA, uttan so at lond sum Kina og India gera tað sama.
Afrika svikið
Fyri tveimum árum síðani samdust teir átta leiðararnir um at tvífalda hjálpina til Afrika innan 2010. Hetta var eitt lyfti, sum veruliga vakti ans, men tíðin hevur víst, at leiðararnir hava havt ilt við at fylgja lyftinum. Einki av teimum átta londunum hildið lyftið. Bretland, sum gekk undan fyri at fáa hjálpina tvífaldaða, er farið tann øvugta vegin, skrivar Reuters og vísir á, at fyri fyrstu ferð síðani 1997 er bretska menningarhjálpin til Afrika minkað.
-Úrslitið hevur verið eitt stórt vónbrot, sigur Lord Jay of Ewelme, sum var bretskur sameáðingarleiðari á G8-fundinum í 2005.
Týski kanslarin, Angela Merkel, hevur sagt, at hon ætlar ikki, at G8-leiðararnir skulu gloyma Afrika-lyftið, og hon hevur sett sær fyri at taka tað uppaftur á fundinum í Heiligendamm. Leiðararnir skulu eisini umrøða trupulleikarnar við AIDS í Afrika, og í tí sambandi eru fleiri afrikanskir leiðarar bodnir til Heiligendamm.
Rakettir
Á tí uttanríkispolitiska økinum hava tey átta fleiri spurningar á dagsskránni. Ein teirra er støðan í sudanska landspartinum Darfur og sudanska mótstøðan ímóti, at ST-hermenn koma hagar at tryggja frið.
Kosovo er eisini á skránni. USA og Evropa eru til reiðar at lýsa Kosovo sum eitt sjálvsstøðugt land, men tað vilja russar ikki.
Miðeystur er á skránni á hvørjum G8-fundi og soleiðis eisini hesaferð, og helst verður úrslitið, at tey átta fara at mæla ísraelsmonnum og palestinum at fara til samráðingarborðið.
Amerikanska rakettverjuætlanin í Evropa skal eisini umrøðast. Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur fleiri ferðir ávarað um, at amerikanska ætlanin kann hava við sær, at vápnakappdubbingin byrjar av nýggjum, og Russland hevur longu roynt nýggjar rakettir.
Ein spurningur, sum eisini verður viðgjørdur í Heiligendamm, er, um G8 skal víðkast. Fyrrverandi týski kanslarin Helmuth Kohl, sum í 1975 legði lunnar undir G-fundirnar, hevur sagt, at lond sum Kina, Brasil, India, Meksiko og Suðurafrika eiga at fáa innbjóðing næstu ferð.