Tey hava strokið á Fiskaaling í dag

- Tað krevur neyva tilrættalegging, áðrenn farið verður at strúka, og nógvar skrásetingar skulu gerast, siga tey á Fiskaaling.

Á støðini hjá Fiskaaling norðuri við Áir hava tey í dag strokið fisk, sum hevur gingið á Lívfiskastøðini í Skopun seinastu árini. Talan er um fisk av norskum uppruna.

 

- Fiskurin sær væl út, er stórur og góður og nú, hann verður strokin, liggur meðalvektin um sløk tíggju kilo. Rognini, sum koma undan, verða seld føroyskum alifyritøkum.

 

Tað veit Fiskaaling at siga í dag. Lagt verður aftrat, at tað krevur neyva tilrættalegging, áðrenn farið verður at strúka, og nógvar skrásetingar skulu gerast.

 

- Hvør fiskur hevur egið eyðmerkingarnummar, soleiðis at rognini kunnu sporast aftur til tann einstaka fiskin.
Hvør einstakur fiskur verður vigaður fyri strúking. Eisini verður nøgdin og støddin av rognum undan hvørjum fiski máld.

 

Á Fiskaaling vísa tey á, at sýn eisini verður tikið av táknum, hjarta, nýra og milti av hvørjum fiski, soleiðis at heilsustøðan hjá fiskinum til einahvørja tíð kann staðfestast.

 

- Rognini verða strokin í posar, sum súrevni síðan verður latið í, áðrenn rognini verða blandað við sili og gitin, verður lagt aftrat.