Tað almenna hevur ikki eina yvirskipaða skyldu til at veita øllum borgarum eina íbúðartrygd.
Tað er niðurstøðan hjá samgonguni, nú Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskotfrá Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, um at áseta við lóg, hvør myndugleiki skal hava ábyrgdina av heimleysum í Føroyum.
Samgongan tekur ikki undir við hesum. Umboðini fyri samgonguna, sum eru Uni Rasmussen, Rósa Samuelsen, Jóhan Eli Poulsen og Erhard Joensen, vísa á, at samgongan arbeiðir við málinum, og at eitt úrslit verður lagt fyri Løgtingið í næstu tingsetu, sum byrjar á ólavsøku, og vara til á ólavsøku í 2021.
Og tí halda tey ikki at tað er neyðugt at taka undir við hesum uppskotinum.
Tey vísa á, at fyrr í ár gjørdi ein arbeiðsbólkur eina frágreiðing um, hvussu bústaðarneyðin skal loysast, men korona-kreppan hevur forðað fyri, at nakað er gjørt við málið.
Niðurstøðan í frágreiðingini er, at bæði almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, og privatar fyritøkur, mugu vera saman um at loysa bústaðarneyðina.
Annars halda tey, at trupulleikin er fjølbroyttur. Tað eru nøkur fólk í Føroyum, sum ery beinleiðis heimleys. Men tann størri parturin eru fólk, sum ikki beinleiðis beinleiðis hava bráðneyðugan tørv á at fáa ein bústað, men sum hava ein fyribils bústað, oftani inni hjá foreldrunum ella onkrum kenningum.
Men hetta er bara ein fyribils loysn, sum ikki gongur í longdini. Og ein annar bólkur eru tey, sum vilja skifta síni sethús út við ein minni leigubústað.
Hóast samgongan heldur, at tað almenna ikki hevur skyldu til at veita øllum tak yvir høvdið, eigur tað almenna at veita fólki við serligum tørvi, bústaðartrygd og samstundis hevur tað almenna, við Bústøðum, lagt lunnar undir ein spírandi íbúðarmarknað í Føroyum.
Tey í andstøðuni, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Aksel V. Johannesen, vísa á, at fremsta endmálið má vera, at í Føroyum skulu øll hava ein góðan bústað, og at vit saman mugu hjálpa teimum, sum ikki klára at fáa tak yvir høvdið.
Tey halda at tað eigur ikki koma har til, at fólk gerast heimleys og tí mugu vit loysa bústaðarkreppuna og veita føroyingum enn fleiri bústaðir.
– Tað besta fyri borgaran og fyri samfelagið er, at tey verða lofta beinanvegin, og ikki enda úti á gøtuni, men vit hava onga lóg, ið ásetir, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av heimleysum.
Tey halda, ikki, at hetta uppskotið skal setast til viks, meðan vit bíða eftir bústaðarpolitikkinum hjá samgonguni, tí hetta málið snýr seg ikki bara um at byggja fleiri bústaðir.
– Tað snýr seg um eina ótolandi støðu hjá mongum familjum, ið ikki megna at fáa ein vanligan gerandisdag, tí at tey ikki hava eitt stað at vera heima í, og ein bústaðarmarknað, ið ikki er nóg fjølbroyttur og atkomuligur.
Tey siga, at hetta snýr seg eisini um, at fólk fáa ikki lán at keypa ella byggja hús, og tað er so dýrt at leiga, at tey hava ikki ráð til tað, og tí flyta mong av landinum.