Tað eru ymiskar fyritreytir hjá liðunum báðum, tá ið EB/Streymur í kvøld klokkan 17.30 tekur ímóti ÍF. Undan útsetta dystinum hevur EB/Streymur tvífalt so nógv stig sum ÍF. EB/Streymur hevur 50 stig, og ÍF hevur 25 stig.
EB/Streymur spælir fyri at fáa fatur á FM heitinum, og ÍF spælir fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Felags fyri báðar partar er, at tað hevur vignast sera væl seinastu vikurnar. EB/Streymur hevur vunnið átta landskappingardystir á rað, og eftir at hava vunnið eitt stig í fimm dystum, er tað gloppið hjá ÍF, sum hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar, og sunnudagin fullkomuliga eyðmýkti meistararnar í HB við 7-1 sigri.
Stóri málskjúttin hjá EB/Streymi hevur verið Arnbjørn Hansen. Sunnudagin kom hann ikki á vøllin fyrr enn eftir steðgin, tí hann var plágaður av skaða í fótinum. Tá syrgdi beiggi hansara, Gert Hansen, fyri báðum málunum ímóti B36. Í kvøld er Gert Hansen leikbannaður, meðan Arnbjørn Hansen verður við frá fyrsta bríksli. Egil á Bø er leikbannaður í kvøld. Sorin Anghel, sum var leikbannaður sunnudagin, verður í miðverjuni saman við Marna Djushuus.
Pauli G. Hansen noyddist skaddur av vøllinum sunnudagin. Tað verður ikki greitt fyrr enn seinnapartin, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld.
Hjá ÍF er liðformaðurin, Bartal Eliasen, leikbannaður. Høgni Zachariasen varð skiftur inn sunnudagin. Tað verður hann ella Uni Reinert Petersen, sum sunnudagin var vongverji í høgru, ið verður í miðverjuni.
Stóri málskjúttin hjá fuglfirðingum er Chris Muomaife. Hann hevur verið við í sjey landskappingardystum, og hann hevur skorað tólv mál! At hann er komin við aftur hevur gjørt stóran mun hjá ÍF.
Fyrsta bríksl við Margáir verður klokkan 17.30. Veðurforsøgnin sigur, at vindurin fer at minka, og at tað ikki verður so vátt í kvøld, sum tað er fyrrapartin.