Fólk í Dali mugu geva tol í nøkur ár afturat

Tey hava tosað nógv um at seta ferð á arbeiðið – men úrslitið er tað sama

Í November í fjør fór tunnilsliðið hjá Landsverki undir arbeiðið at gera tunnills til Dals. Tunnilin verður 2,2 kilometrar langur, umframt at 300 metrar av vegi skulu gerast.

 

Tunnilin til Dals hevur elvt til nógv kjak í politikki, tí Landsverk sigur, at skulu tey hava pengar at arbeiða alt árið, skal Løgtingið játta 20 milliónir um árið. Verður tað játtað, fer tað at taka fýra ár at gera tunnilin. Men bæði í fjør, og í ár, eru bara níggju milliónir settar av til tunnilin og undir hesum umstøðum verða tað eini sjey átta ár, til dalbingar fáa tunnil.

 

Tí hevur nógv verið tosað um at hækka játtanina fyri at seta meiri ferð á arbeiði. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur greitt Løgtinginum frá, at arbeitt varð við at fáa játtanina hækkaða, men hann hevur eisini gjørt greitt, at verða fleiri pengar játtaðir til Dalstunnilin, skal tað finnast á onkrari aðrari játtan, tí, sum heild skulu útreiðslurnar á fíggjarlógini ikki hækkast.

 

Men tað hevur ikki eydnast, tí nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, er sjón fyri søgn, at landsstýrið hevur framvegis bara sett níggju milliónir av til arbeiðið næsta ár.