Maðurin, 55 ára gamli, Saad Jirde Hayd, er norskur ríkisborgari. Hann kom til Noregs undan borgarakríggi í Somalia í 1995. Í Noreg hevur hann fimm børn og átta abbabørn. Tá hann fyrstu ferð fór aftur til Somalia at ferðaðist stutt fyri jól í 2019, har hann vildi vitja familju og vinir, gjørdist hann partur av einari hending, sum helst kemur at kosta honum lívið. Hendingin fór fram hin 4. apríl í 2020. Nakrar dagar frammanundan hevði hann lánt einum manni, hann kendi, nakrar krónur, og tá hann ein dagin á veg til hús sá mannin aftur og bað hann um pengarnar, leyp hesin á. Maðurin bæði sparkaði og sló, og hetta endaði við, at norski ríkisborgarin brúkti piparspreið, sum hann hevði við sær úr Noregi, sum verju móti manninum.
Sjálvur hevur Saad Jirde Hayd sagt, at maðurin, sum leyp á seg, fór ein veg, og sjálvur fór hann ein annan veg. Men, maðurin var sambært norska ríkisborgaranum ikki skaddur at síggja til.Tað, sum kortini hendi um náttina, var, at maðurin, hann hevði lænt pengar til og brúkt spreið ímóti sum verju, doyði. Nakrar tímar eftir hendingina - náttina til sunnudagin hin 5. apríl í 2020 - varð norski ríkisborgarin vaktur harðliga av vápnaðum løgreglumonnum. Hesir søgdu, at hann hevði dripið ein mann. Saad Jirde Hayd varð handtikin og settur í geglið, og nakrar dagar seinni endaði hann í einum fongsli, sum eitt nú norskir ríkisborgarar fíggja. Fongslið verður eitt nú brúkt til fongslaðar sjóránarar. Síðan henda dag hevur norski ríkisborgarin sitið í fongsli í høvuðsstaðnum í Somalia, Hargeisa.
Í november í fjør varð hann dømdur til deyða fyri tað, tey rópa eiturdráp. Tingrætturin í Hargeisa er sambært Dagbladet ein blandingur av shariadómstóli, sum dømir eftir koranini og einum vanligum dómstóli. Norskir myndugleikar hava vent sær til myndugleikarnar í Somalia, og eisini hevur norski uttanríkisráðharrin snakkað við forsætisráðharran í Somalia um málið. Noreg hevur gjørt greitt, at tey als ikki kunnu góðtaka, at ein norskur ríkisborgari verður avrættaður. Sum skilst, tekur norska uttanríkisráðið ikki støðu til skuldarspurningin í slíkum málum, men tey hava gjørt púrasta greitt, at ein norskur ríkisborgari skal ikki takast av døgum.
Tað hevur eydnast verjunum hjá norska ríkisborgaranum at fáa málið fyri hægri rætt í Somalia, og sunnudagin fall ein nýggj avgerð í málinum: Eisini hesaferð varð Saad Jirde Hayd funnin sekur og dømdur til deyða. Tá dómurin fall, fekk norski ríkisborgarin at vita, at hann kann verða skotin nær tað skal vera. Í løtuni ljóðar, at maðurin kanska fær ein kærumøguleika til hægstarætt aftrat, men vónirnar um, at málið hesaferð endar øðrvísi eru smáar. Meðan bíðað verður eftir einum møguligum kærumáli, stendur deyðadómurin við, tí í prinsippinum er hann endaligur, og Saad Jirde Hayd hevur onga sum helst trygd fyri, at hann ikki verður skotin, meðan hann bíðar.
Tá Dagbladet í dag hevði norska ríkisborgaran í telefonini, sum ólógliga varð fingin inn í fongslið, har hin 55 ára gamli situr, var hesin ógvuliga óttafullur og dugdi slett ikki at siga, hvør støðan er. Sunnmorgunin varð hann vaktur av fleiri løgreglumonnum og lagdur í hondjørn. Eingin segði nakað. - Eg helt fyrst, at teir fóru at skjóta meg, men teir koyrdu meg inn í ein bil og til rættarbygningin í miðbýnum í høvuðsstaðnum. Eftir dómin sunnudagin, situr Saad Jirde Hayd nú saman við tveimum deyðadømdum yvirgangsmonnum, og nú er hann á deyðsgongini.
- Eg veit ikki, hvat hendir. Tey siga, at tey fara at skjóta meg. Dómarin í rættinum segði, at eg hevði brúkt eitur til at drepa mannin við. Bæði dómarin og ákærin søgdu, at nú kundi eg skjótast. Tey ákæra meg fyri dráp, men eg eri ósekur. Tað, sum eg brúkti til verju, tá eg varð álopin, var verjuspreið, eg keypti hjá Clas Ohlson í Oslo, sigur hann.
Norski ríkisborgarin í Somalia hevur bæði sukursjúku og høgt blóðtrýst, men hann fær ongan heilivág. Tað fekk hann í fyrstani, men soleiðis hevur ikki verið seinasta hálva árið, so heilsan er vánalig. Hann hevur spurt eftir heilivági í fongslinum, men eingin kemur við heilivági til hansara. Saad Jirde Hayd váttar yvirfyri Dagbladet, at maðurin, sum doyði hina náttina og sum hann nú á øðrum sinni er funnin sekur í at hava beint fyri, er av máttugari familju í Somalia, og fleiri av hansara næstringum sita í stjórnini. - Eg haldi, at familja hansara vil hava hevnd fyri, at hann doyði, og tey leggja skyldina á meg, sigur 55 ára gamli norski ríkisborgarin við Dagbladet úr fongslinum í Somalia.
##med2##