Tey lægsløntu skulu eisini fáa skattalætta

Karsten Hansen, hevur sett hol á arbeiðið at broyta skattalógina. Hann sigur, at Løgtingið hevur álagt sær at geva teimum hægstløntu í Føroyum skattalætta. Men tað kemur ikki upp á tal, uttan, at tey lágløntu eisini fáa skattalætta

 

Skattalætti


Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sett hol á arbeiðið at broyta skattalógina.

Hann sigur at tað arbeiðið miðjar ímóti at lætta um skattin. Men talan verður ikki um ógvusligar skattalættar í einum.

?Tað er ímóti allari, búskaparligari ráðgeving at gjara ov nógv út, nú tíðirnar eur so góðar og tað ætli eg mær heldur ikki at gera. Sjálvt Carragata-álitið vísir á, at tað er neyðugt at fara fram við varsemi, tá ið skattalættar verða veittir. Tað ræður eisini um at leggja upp fyri, so at vit hava ráð til skattalættar,tá ið tíðirnar versna aftur. Týdningin av hesum sóu føroyingar allarbest fyrst í nítiárunum. Høvdu politikararnir ikki havt gjarað so nógv út í áttatiárunum, hevði tað verið ráð til skattalættar í nítiárunum, og tað er helst óneyðugt at siga, hvønn týdning tað hevði havt fyri fólk. Men tað hevði landskassin ikki ráð til. Tvørturímóti var tað neyðugt at herða skattatrýstið við teirri avleiðing, at kreppan rakti nógv harðari, enn hon annars hevði gjørt, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og tað støðuna vil hann ikki koma Føroya fólki í aftur.


Lætta um hjá lág- og miðalinntøkunum

Hann vísir á, at løgtingið hevur álagt honum at broyta skattalógina so, at hjún verða skattað hvør sær,

Hann sigur, at tað, sum Løgtingið áleggur honum, má hann fylgja.

Men hann ger samstundis púra greitt, at hetta er ein broyting í skattalógini, sum ikki kann brúkast til nakað, sum hon er.

?Í mínari verð snýr tað seg fyrst og fremst um at geva lág- og miðalinntøkunum ein skattalætta. Og løgtingssamtyktin um at hjún skulu skattast hvør sær, fer bara at koma teimum allar hægstløntu til góðar, og tað kemur ikki upp á tal einsamalt. Tí fevna ætlaðu broytingarnar í skattalógini eisini um at veita teimum lágløntu ein skattalætta.

Hann sigur, at fleiri tingmenn, hann hevur tosað við, hava boðað honum frá, at treytirnar í samtyktini um skatting av hjúnum skulu ikki takast so bókstaviliga.

?Tað er ómetaliga trupult at arbeiða, tá ið Løgtingið samtykkir eitt, men at løgtingsmenn so aftaná lata meg vita at tað skal ikki takast bókstaviliga. Tað sigur mær í hvussu so er so mikið sum tað, at tað er neyðugt við eini nágreiniligari politiskari viðgerð av málinum, fyri at fáa greiði á, hvør tann politiski viljin í veruleikanum er.

Hann sigur, at samtyktin um at hjún skulu skattast hvør sær, kemur bara teimum hægstløntu til góðar, sum hava ráð til at lata annan hjúnafelagan vera heima.

?Øll tey, har bæði noyðast at arbeiða úti fyri at fáa endarnar at røkka saman, og tað er nógv tann størsta fjøldin av fólki, fáa ikki eitt oyra burturúr hesi samtyktini.

? Tað eru bara tey heilt væl løntu, sum forvinna omanfyri eina hálva millión um árið, og har annar hjúnafelagin er heima, sum fara hinvegin at fáa ein veldugan fyrimun.

?Treytin fyri at fáa ágóðan av hesum er, at annar hjúnafelagin als onga inntøku hevur. Tvs, at hevur annar hjúnafelagin arbeiði bara nakrar tímar um vikuna, fáa tey onki burturúr samtyktini um at hjún skulu skattast hvør sær.

?Tað vil aftur siga, at tað verður ein ørgrynna av fólki, sum fara at siga arbeiði frá sær, tí hereftir fer tað ikki at loysa seg at forvinna nakrar fáa túsund krónur um mánaðin.

Karsten Hansen sigur, at tað fer so aftur at føra við sær, at trot verður á arbeiðsmegi nógvastaðni, tí tað er onki arbeiðsloysi sum er. Og avleiðingin av tí verður so aftur, at búskapurin verður enn meiri hitaður.

Hann sigur, at heldur ikki fáa eitt nú einkjur heldur ongan ágóða av samtyktini.

?Tvørturímóti fer tað at gera korini enn verri hjá teimum, sum longu eru illa fyri, tí hitnar búskapurin enn meiri, fara eisini prísirnir upp.


Ikki uppá tal

Karsten Hansen sigur tí, at broytingarnar, sum verða gjørdar í skattalógini eru sostatt sera umfatandi og skulu síggjast í einum stórum samanhangi.

? Tað kemur ikki upp á tal, at eg fari at broyta skattalógina, so at tað bara verða tey við teimum heilt høgu inntøkunum, sum fáa skattalætta. Hjá mær snýr tað seg fyrst og fremst um at veita øllum teimum, sum ikki fáa liva uttan við teimum inntøkum, ein skattalætta.

? Tí kann løgtingssamtyktin, um at hjún skulu skattast hvør sær, ikki brúkast sum hon er og tað eru løgtingslimir sum heild samdir við mær í, sigur Karsten Hansen.