Tey nýggjastu føroysku skipini við útgerð úr Vági

- Øll tey nýggjastu føroysku skipini, bæði Akraberg, Emerald og Gadus, hava øll keypt útgerð hjá okkum, og hetta eru vit sera fegin um, sigur stjórin í Rock Trawldoors, Petur Symphor Kjærbæk

 

Lemmavirkið, Rock Trawldoors í Vági, hevur nú meira enn 19 ár á baki. Fyritøkan, sum í dag hevur 15 fólk í starvi, harav tveir lærlingar, hevur sín uppruna í oktober í 2004. 

Fleiri eigarar eru í fyritøkuni, og stjóri og ein av eigarunum er Petur Symphor Kjærbæk.  

Fleiri av teimum, sum starvast í fyritøkuni í dag, hava eisini lært á virkinum í Vági, her teir síðan hava valt at halda fram. 

 

Lemmar og vektir

- Vit arbeiða serliga við lemmum og rulluvektum til botnfiskaflotan, og allir arbeiðsmenninir hjá okkum eru her úr økinum.

Tað gleðir stjóran, Petur Symphor Kjærbæk, at øll tey nýggjastu føroysku skipini, bæði Akraberg, Emerald og Gadus, hava keypt alla útgerð hjá teimum.

- Men, okkara marknaður røkkur langt út um landoddarnar, og vit hava selt lemmar og rulluvektir til reiðarí í nógvum ymiskum londum.

Stjórin vísir á, at millum frægu keyparalondini eru eitt nú Kanada, Grønland, Ísland, Noreg, Litavia og Russland, sum var ein lutfalsliga stórur marknaður, men sum heilt steðgaði upp eftir fundin á Viðareiði fyrr í ár.

- Vit hava eisini selt reiðskap til uppaftur meira fjarskotin lond, sum eitt nú til Walvis Bay í Namibia.

Petur Symphor Kjærbæk sigur, at í løtuni eru fyrispurningar úr eitt nú Niðurlondum um lemmar til nýbygningar.

- Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu sølan er, og hvørji skip hava brúk fyri nýggjum reiðskapi, og tað hava eisini verið ár, har kanska 90 prosent av søluni var uttanlands, sigur hann.

 

Russland burtur

Stjórin í Rock Trawldoors vísir á, at í byrjanini av árinum høvdu teir rættiliga góða sølu til Russlands.

- Vit hava ongantíð havt so góða sølu her áður, og vit høvdu eisini fleiri fyrispurningar. Men, eftir fundin á Viðareiði, har eitt nú Russlands-sáttmálin var til viðgerðar, gjørdist telefonin úr Russlandi púrasta kúrr.

Hann sigur, at um hetta mundið stóð russiski marknaðurin hjá teimum fyri 23 prosentum av samlaða umsetninginum.

- Longu um kvøldið, sum fundurin var á Viðareiði, ringdi onkur russiskur skipari, og síðan hevur verið púrasta kvirt úr Russlandi, tó at vit tá høvdu góðar bíleggingar haðani, sigur stjórin.

Hann heldur fyri, at ivaleyst hava aðrar føroyskar fyritøkur mist nógvar inntøkur við Russlandi, og hjá Rock Trawldoors er talan eisini um stóran prosentvísan miss.

 

Minni í ordrabókini

Petur Symphor Kjærbæk vísir á, at missurin í Russlandi kortini ikki ger, at nógv minni er at gera á lemmavirkinum.

- Men, hetta merkir, at nakað minni er í ordrabókini, og í løtuni hava vit bíleggingar til umleið tveir mánaðir frameftir.

Stjórin vísir á, at russiski marknaðurin er stórur, og hann vónar, at reiðaríini aftur fara at venda sær til Vágs, tá tíðin verður ein onnur. 

- Vit leggja dent á góðsku og neyvleika í okkara arbeiði, og málið hjá okkum er altíð, at kundin er í miðdeplinum. Okkara vørur eru framleiddar úr hágóðskurávørum til altjóða fiskivinnuna, serliga botnfiskavinnuna, sigur Petur Symphor Kjærbæk.

Á Rock Trawl-doors í Vági framleiða tey lemmar og rulluvektir, og her umvæla tey eisini lemmar, sum eru eldri og slitnir.

 

Virki við servitan

Tá stovnararnir av Rock Trawldoors í sínari tíð fóru undir arbeiðið at stovna eina fyritøku, sum skuldi framleiða trollemmar, varð hugt eftir, hvar fyritøkan skuldi staðfestast. 

Møguleiki varð at stovna eina fyritøku uttanlands, har framleiðslukostnaðirnir vóru lágir, og fjarstøðan til altjóða marknaðin var stutt. 

Men valið fall á Føroyar, og Rock Trawldoors varð stovnað og skrásett í føroysku vinnuskránni. 

Hóast felagið helst hevði havt størri vinning við, at framleitt sínar vørur uttanlands, so høvdu arbeiðsplássini og tann servitanin, ið Rock Trawldoors hevur, ikki verið í Føroyum í dag.  

Arbeiðsuppgávurnar á Rock Trawldoors fevna í fyrsta lagi um framleiðslu, menning, sølu og umsiting.