Tey ræddust mannin

Maðurin, sum í summar í Føroya rætti og í seinasta mánaði í landsrættinum varð dømdur millum annað fyri at hava stungið varafútin, fekk í Føroya rætti mikudagin fýra mánaðir aftrat hinum dóminum fyri at hava hótt fútan

Ein 42 ára gamal maður varð í Føroya rætti dømdur fýra mánaða fongsulsrevsing fyri at hava sett hóttanir fram móti fútanum.
Hann østi seg upp og kærdi dómin á staðnum.
Tað, sum rætturin tulkaði sum hóttanir móti fútanum, vóru ikki nakrar ítøkiligar hóttanir. Men rætturin tók gerðirnar sum hóttanir út frá, hvør maðurin var, og hvat hann áður hevur gjørt.
Hetta var nevniliga maðurin, sum 10. mai í fjør rendi ein knív í lærið á varafútanum og í februar í fjør brúkti hann eina ólógliga byrsu til at skjóta við eitt skip, har fólk vóru umborð.
Maðurin var ónøgdur við, at tey bæði málini vórðu viðgjørd undir einum, sum vanligt her. Hann vildi ikki hava tað so, tí hann visti, at vápnalógin var strangari í Danmark enn í Føroyum, og hann helt, at hann í landsrættinum við donskum dómarum fór at verða dømdur eftir danskari lóg.
Í Føroya rætti varð hann í august dømdur eitt ár og seksmánaða fongsulsrevsing.
Dómurin varð kærdur.

Vildi hitta fútan
Nakað fyri at málið kom fyri í landsrættinum gjørdi hann eina roynd at fáa málini skild frá hvør øðrum.
Hann ringdi fyrst til Statsadvokatin og spurdi, hvør hevði ábyrgdina av, at málini vórðu viðgjørd undir einum. Hann hevði sagt, at um hon hevði ábyrgdina, kom hann til Danmarkar at tosa við hana.
Løgfrøðingurin skrivaði eitt notat frá samrøðuni.

Óður
Seinni fór hann í øðrum ørindum á politistøðina í Havn, og tá bað hann um at sleppa at tosa við fútan.
Skrivstovukvinnan ringdi til fútan, sum svaraði, at hon hevði einki at tosa við ákærda um.
Maðurin var óður og segði, at hann kravdi at sleppa at tosa við fútan, um tað so var kvøld ella nátt, og uttan mun til um maður og børn hjá fútanum vóru inni.
- Og tað verður ikki pent, hevði hann lagt aftrat.
Maðurin var so ógvusligur, at skrisvstovufólkini blivu bangin, men politistar vóru hjá teimum.

Sama rætt
Maðurin hevði eisini, at um fútin kundi bróta lógina við ikki at skilja málini sundur, kundi hann eisini bróta lógina.
Karen Marie Olesen, fúti segði í rættinum, at hon var bangin um starvsfólkini, og henni dámdi einki hesar hóttanir. Hon hevði tað í huganum , at sami maður hevði stungið varafútan.
Eisini høvdu tey í mótttøkuni ivast í einum setningi, sum maðurin hevði sagt.
Antin hevði hann tosað um at gera ein Brimvík ella ein Breivik, og hetta var ikki so langt aftaná vanlukku hendingarnar í Noregi.
Maðurin sjálvur segði, at hann hevði sagt at gera ein Brimvik og sipaði til, tá ið Bergleif Brimvík á sinni leyp í ein bát. (Eingin skilti samanberingina við tað).
Fyrst komu tveir og síðan aftur tveir politistar inn á skrivstovu hennara at siga, hvat var hent.

Ringdi til mannin
Eftir at hava tosað við Statsadvokatin og við verjan hjá tí ákærda hevði fútin tingt til tann ákærda at vita, hvat hann meinti við.
Tá hevði hann aftur tosað um at gera ein Brimvík, flenti og legði hornið á.
Nakrar dagar seinni ringi hann til politiið og segði, at fútin nú hevði eina viku til at skilja málini sundur.
Í proseduruni reksaði ákærin upp ymsar dómar, sum maðurin hevur fingið fyri at gera seg inn á tænastufólk í arbeiði. Hetta var fimtu ferð.

Hóttanir móti samfelagsskipanini
Ákærin helt ikki, at atburðurin og útsagnirnar hjá manninum kundu tulkast sum annað enn hóttanir og kravdi mannin fongslaðan í seks mánaðir. Hóttanirnar vórðu ikki settar fram móti persóninum fútanum, men eftir embætinum, og tað var álvarsamt.
Verjin hjá manninum helt ikki talan vera um hóttanir. Maðurin vildi bara hava svar upp á nakrar spurningar.

Altíð misskiltur
Hóast hann ikki átti orðið, segði tann ákærdi, at hann ofta verður misskiltur.
- Eg hevði ikki ætlað mæ at melda fútan. Tað kann ikki vera rætt, at alt, sum eg sigi, verður skilt sum hóttanir, segði hann.
Dómarin frídømdi mannin fyri at hava hótt løgfrøðingin hjá Statsadvokatinum, men hon dømdi hann sekan í hinum ájærunum.
Dómurin var fýra mánaða fongsulsrevsing og at gjalda sakarmálsútreisðlurnar. Dómarin staðfesti, at maðurin hevði hótt fútan.
Maðurin kærdi dómin á staðnum, og hann kærdi eisini úrskurðin um, at hann skal sita í varðhaldinum, til landsrætturin hevur viðgjørt málið.
- Eg eri bangin fyri, at sleppur tú út, er vandi fyri, at tú ger tað sama aftur, segði attann avgjørdi dómarin.