Tey ríku londini royndu at forða umhvørvis- ráðstevnunum

Sjey av teimum ríkastu ídnaðarlondunum royndu í 1972 at forða teirri fyrstu altjóða ráðstevnuni um hóttanirnar ímóti heimsins umhvørvi

Ætlanin hjá teimum sjey londunum hevur higartil verið hildin loynilig, men er avdúkað í bretskum skjølum, sum almenningurin júst hevur fingið innlit í.

Undan teirri fyrstu altjóða umhvørvisráðstevnuni í Stockholm fyri 30 árum síðani var dúgligt loyniligt fundarvirksemi millum umboðsmenn úr sjey londum. Har viðgjørdu londini spurningin, hvussu tey best kundu verja síni búskaparligu áhugamál ímóti kostnaðarmiklum umhvørvisverndartiltøkum.

Í Bretlandi hava myndugleikarnir júst givið almenninginum atgongd til fundarfrásagnirnar frá hesum viðgerðunum, tí skjølini nú eru meira enn 30 ára gomul.

Í frásagnunum sæst, at tey sjey londini, sum vóru uppi í teimum loyniligu samráðingunum, vóru Bretland, Frakland, USA, Vesturtýskland, Holland, Belgia og Italia.