Tey rinda skatt í Føroyum

Løgtingsmaður vildi hava greiða á, hvussu er við útlendingum, sum arbeiða í Føroyum - og tað hevur hann nú fingið

Eftir reglunum rinda teir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, skatt í Føroyum, eisini teir føroyingar sum arbeiða fyri útlendskar fyritøkur í Føroyum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað var Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum vildi hava greiði á hesum viðurskiftum, og tað hevur hann nú fingið.  

 

Jørgen Niclasen sigur, at í hesum sambandi er tað ikki avgerandi um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendingur. Tað, sum er avgerandi fyri skattskylduna, er hinvegin, um arbeiðið verður gjørt í Føroyum ella ikki.

 

Persónar, sum arbeiða í Føroyum eitt stutt tíðarskeið, uttan at flyta bústað, skulu søkja um at fáa eitt fyribils p- tal fyri at fáa løn. Eitt stutt tíðarskeið er 180 dagar ella um árið. Tey hava avmarkaða skattskyldug í Føroyum og Tað merkir, at tey rinda skatt í Føroyum av teirri inntøku, tey hava her, men annars eru tey skattskyldug í heimlandinum. Inntøka kann vera løn, ágóðar, eftirløn ella samsýning fyri arbeiði, sum gjørt er í Føroyum.

 

Fólk, sum eru avmarkað skattskyldug, rinda 42 prosent í skatti. Teir, sum eru við FAS-skipum og bareboat-skipum, rinda tó 35 prosent. Hinvegin fáa tey ikki barnafrádrátt og rentustuðul í Føroyum, sigur Jørgen Niclasen.

 

Útlendingar, sum eru meiri enn 180 dagar í Føroyum, eru fult skattskyldug her. Hetta merkir, at inntøkan í Føroyum og tað, inntøkan, tey hava tjent aðrastaðni, skal gevast upp til skattingar í Føroyum frá tí degi, persónurin er komin til landið. Men tann, sum í Føroyum í eitt longri tíðarskeið, skal ein flyta bústað higar.