Tey samkyndu  enn einaferð

Maria Jacobsen

Eg hevði ikki ætlað mær at leggja uppí hetta orðaskifti um tey samkyndu. At eg so geri tað, er tí eg haldi, at hetta verður so løgið viðgjørt. Tað tykist sum tað snýr seg um, at tað er ein ávís forfylging av nøkrum fólkum, sum eru øðrvísi enn onnur, men tað er jú ikki so.
Samkynd fólk hava altíð verið, tey hava fingið frið, hvør einstakur ger eitt val um hvussu hann livir sítt lív, men tað merkir ikki, at ein slíkur liviháttur er rættur.
Eg minnist, at í mínum uppvøkstri kundi onkur fullur maður detta inn á gólvið og sat og tosaði við pápa mín. Pápi lurtaði fyri tað mesta, men hann var ótrúliga vinarligur og tolin við fulla mannin. Hetta var ikki tí, at hann helt at drykkjuskapur var góður, nei hann brýggjaði seg um mannin, men avgjørt ikki hansara livihátt, og tað er í grundini tað alt hetta snýr seg um.
Vit vita øll at kvinnan varð skapt til mannin, alt annað er burturvið. Samfelagsmynstrið hevur altíð verið: mamma, pápi og børn, jú fleiri vælvirkandi familjur eru, tessbetur virkar samfelagið og jú størri trupulleikar familjur hava, tess størri trupulleikar fær samfelagið. Tað vil siga, at góð foreldur sum ala síni børn væl upp, eru dýrgripir fyir eitt land. Men nú skal hetta kollveltast, nú skal familjumynstrið broytast og menn skulu liva saman við monnum og kvinnur saman við kvinnum, tú skalt heldur ikki váða tær at tala um, at tær ikki dámar hesa lívsførslu, so verður tú lagdur undir at forfylgja ein bólk í samfelagnum. Hvussu nógv fáa tey trúgvandi ikki omanyvir seg fyri at royna at vísa á skeivleikarnar í hesum lívshátti? Í bløðun-um nú um dagarnar verða tey skýrd fyri talibanar, fundamentalistar og samanlíknaði við nasistarnar sum jú vóru yvirgangskroppar, tað haldi eg vera grovligt at siga um hampafólk men tá tað snýr seg um tey samkyndu er einki átaluvert, men tað verður beinanvegin rok um onkur vágar sær at siga kynsvillingur. Hvat er sannleikin? Eru hesi fólk ikki vilst av leið? Jú so sanniliga eru tey tað, tað verður sagt at hesi menniskju eru samkynd frá náttúrunnar hond, men tað ivist eg í, um tað altíð er rætt. Eg havi lisið um og hoyrt í sjónvarpinum fólk siga frá hvussu tey eru leidd inn í henda levnaðin og hava ikki verið ment at sleppa burtur úr tí aftur.
Mær tykir, at tað í dag verður lagt nógv eftir teimum mest grundleggjandi sjónarmiðunum í okkara samfelag. Lat tey sam-kyndu fáa frið, men tey skulu so sanniliga ikki koma við teirra skeivleikum og broyta grundarlagið á okkara siðalæru. Øll vita, at tað er ónáttúrligt at tvey fólk av sama kyni liva saman, vit vita eisini at tað er ein ógvuliga lítil partur sum gera hetta, men hann hoyrist ótrúliga væl í samfelagnum.
Tað stendur skrivað, »at sum mann og kvinnu skapti hann tey« og kvinnan varð skapt til mannin. Tað stendur eisini skrivað um homoseksualitet, bæði í nýggja og gamla testamenti, hvussu nógv ónt tað førdi við sær.
Sexlívið er tað privatasta privata sum fólk hevur, so tað at fólk halda ráðstevnur og ganga kravgongur um slíkt evni, er í sær sjálvum ógvuliga ónáttúrligt. Endamálið er at verða stuðlaði, hvat er tað tey biðja um stuðul til? Er tað at liva saman? Nei, tað gera tey kortini, so endamálið má vera at sleppa at giftast og liva saman sum hjún og tað man fara at ganga illa, at fáa meirluta fyri slíkum í Føroyum. Londini rundanum okkum gera tað verður sagt, men hví skulu vit bera okkum skeivt at, fyri tí um onnur gera tað? Lat heldur okkara land verða eitt fyridømi í, at halda slíkt burtur frá okkara lógarverki, og liva upp til tað vit kalla okkum: Eitt kristið land.
Tað hevur verið skrivað í onkrum lesarabrævi nú um dagarnar, at vit skulu halda bíbliunna burtur, tá ið vit tosa um lógarsmíð og at stýra landinum. Er tað ikki júst eftir boðum Bíbliunnar alt rættarsamfelagið hvílir á? Símun av Skarði sigur í einum av sínum vøkru sálmum soleiðis:

Tann Gud, sum valdar
ævum øllum
Og mansins dagar hevur
talt,
Hin sami, sum á Sinai
fjøllum
Læt ljóða: »Tú skalt ei, tú
skalt!«

Væl veit eg, at vit í egnari megi ikki megna at liva eitt fullkomið lív, men hava vit mist tað røddina úr okkara brósti, sum ávarandi sigur: Tú skalt ei, tú skalt, so eru vit sanniliga farin av sporinum, bæði land og fólk.