Nógv byggivirksemi er í Sjóvar kommunu í hesum døgum, og aftur í dag vórðu eini sethús reist, hesaferð í Lágargerði á Strondum.
Eigarar av nýggju húsunum eru Kirstin Olsen og Jákup Fróði Olsen. Húsini eru frá Sp/f Brigada Hús og eru bygd í modulum uttanlands.
- Vit í Sjóvar kommunu ynskja Kirstini og Jákupi Fróða hjartaliga tillukku við reistu húsunum, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
Nýggjastu útstykkingarnar í Sjóvar kommunu eru á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, og her eru øll grundstykkini umbiðin.
Í Sjóvar kommunu arbeiða tey eisini við ymiskari alternativari bygging, sum okkurt fer at spyrjast burtur úr heilt skjótt.
Tað er Beinir Nolsøe Olsen, sum eigur Sp/f Brigada Hús.