Tey settu met í fjør

– Men tað merktu tey einki til úti á bygd

Í fjør settu gistingahúsini í Havn met, hvat ferðsfólkum viðvíkur. Hinvegin merktu gistingarhúsini á bygd lítið til nakra framgongd – tvørtur ímóti.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør høvdu gistingarhúsini í Føroyum slakar 175.000 gistinætur og hetta er tað mesta síðani Hagstovan fór undir at skráseta gistingar í 2013. Sostatt gjørdist 2021 eitt metár hjá gistingarhúsunum. Gistinætur eru, hvussu nógv fólk gista og, hvussu leingi. Gista 10 fólk í tríggjar nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

 

##med2##

 

Men samstundis sum at ferðavinnan í Havn er komin rættiliga fyri seg aftur eftir koronu, er gongdin tann øvugta á bygd.

 

Tað er nevniliga greitt, at tað eru gistingarhúsini í Havn, sum fara við allari framgongdini, tí av teimum sløku 175.000 gistingunum, sum vóru í Føroyum, vóru heilar 158.000 gistingar á gistingarhúsunum í Havn. Tað er næstan dupult so nógv sum í 2020, tá ið virksemið var hart rakt av koronu.

 

Men hendan bjarta gongdin sæst ikki aftur á gistingarhúsunum á bygd. Uttan fyri Tórshavnarøkið vóru bara slakar 17.000 gistinætur. Tað er eitt sindur hægri enn í 2020, men langt frá tí tað var áðrenn koronu.

 

##med3##