Tey skulu kanna Eik-grunnin og eftirlitið

Helgi Abrahamsen, Joen Magnus Rasmussen og Kristina Háfoss skulu kanna Eik-grunnin og eftirlitið við honum.

Tey trý eru vald í eina sokallaða grein 19-nevnd við teirri uppgávvu at kanna virksemið hjá Eik-grunninum og eftirlitið við grunninum. Nevndin skal skipa seg við formanni, og hon fer eisini at útvega sær ein serkønan á økinum. 

 

 

Helgi Abrahamsen sigur, at tey skulu eisinin orða ein arbeiðssetning, og so skulu tey eisini finna útav, nær arbeiðið skal vera liðugt.

 

 

-Eg fari í øllum førum at mæla til, at vit royna at gera arbeiðið liðugt í komandi tingsetu, sum jú er tann seinasta í hesum valskeiðinum. Tað eigur at vera møguligt. Annars er einki sum forðar fyri, at nevndin verður mannað av nýggjum eftir komandi val, sigur Helgi Abrahamsen.  

 

Eftir uppskoti frá vinnunevndini samtykti Løgtingið, at kanningin skal umfata virksemið hjá Eik-grunninum árini 2002 til 2010 og eftirlitið við grunninum árini 2002 til 2014. 

 

Um endamálið við kanningini segði vinnunevndin, at tað er at forða fyri, at slíkt skal henda aftur. Nevndin segði tað vera umráðandi, at kanningarúrslitið ikki verður lagt í eina skuffu, men at tað verður lagt fyri Løgtingið til viðgerðar, eins og Løgtingið fekk møguleika at viðgera kanningina um 80'ini á sinni.